Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bíligu ferðaseðlaprísirnir við Atlantsflog

John William Joensen

Á tingfundinum mikudagin fer Kári P. Højgaard løgtingsmaður at seta Kaj Leo Johannesen løgmanni ein munnligan fyrispurning

Á tingfundinum mikudagin fer Kári P. Højgaard løgtingsmaður at seta Kaj Leo Johannesen løgmanni ein munnligan fyrispurning og biðja hann greiða frá, hvørjar ítøkiligar ætlanir samgongan hevur um at nýta almennar pengar, til tess at lækka prísin á ferðaseðlum til og úr Føroyum.
Grundin til at spurningurin verður settur løgmanni er, at í Degi og Viku fríggjakvøldið 11. september boðaði formaður Javnaðarfloksins á Tingið frá eini ætlan um, at tað almenna skal tryggja føroyingum eina samhaldsfast fíggjaða loftbrúgv, har ferðaseðilin aftur og fram úr útlondum ikki skal kostað meira enn 1.500 krónur. Í somu tíðindasending boðaði løgmaður frá, at hann helt at prísurin átti at vera 1.000 krónur.
Eftir øllum at døma kemur komandi fíggjarlóg at hava eitt hall uppá eina slaka milliard krónur. Sæð í ljósinum av, at samgongan er í holt við nakað, sum líkist eini yvirskipaðari sanering av føroyska almannaverkinum, við teirri grundgeving, at ráð ikki eru til pensiónir og aðrar almannaveitingar, stendur ein spyrjandi, hví samgongan júst nú velur at barsla við einum uppskoti, har tað almenna skal stuðla loftvegis ferðing. Hvat er tað sum ger, at hesi vandamálini ikki eru ovast á breddanum.
Sjálvandi kundi tað verið áhugavert at kannað, um tað bar til, onkursvegna at fáa prísirnar á flogferðaseðlum niður, so tað varð bíligari at ferðast til og úr Føroyum. Men spurningurin er um hetta er tað málið, sum eigur at standa á ovast á dagskrá júst nú.

Harleywoodpaint