Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Broytti hugburðurin hjá fíggingarstovnunum ein forðan fyri at endurreisa Kósina

John William Joensen

Tann 11. desember 2008 avgjørdi Føroya Banki at selja flaggskipstrolararnar hjá Maru Seafood til Suðuroy og 16. desember var leiðslan í Maru Seafood noydd til at stongja virkið.

John William Joensen, skrivar

Meðan leiðslan í Føroya Banka er á innkeypstúri í Danmark har leitað verður eftir donskum fyritøkum at seta føroyskan pening í (og harvið spræna føroyskar pengar út til danskar aktionerar) – tykjast royndirnar at endurreisa Kósavirkið enn einaferð at steðga vegna vantandi kapital og fígging.

Leiðslan í Maru Samtakinum, feløg og stovan í býnum og fleiri aðrir partar hava gjørt fleiri royndir at endurreisað virksemið á Kósavirkinum – síðan svarta dagin tann 16. desembur – tá virkið stongdi – men sum skilst so eru  fíggjingarstovnarnir og serliga størsti bankin ikki sinnaður at veita fígging til rakstur.

Seinastu tíðina hava ymsar royndir verið gjørdar at endurreisa virksemið á Kósini. M.a. Jóhan Páll Joensen, stjóri í Maru Seafood, gjørdi í seinastu viku ein roynd saman við ymiskum áhugabólkum í býnum, men sum skilst er tann royndin í bíðistøðu.

JFK hevur eisini verið á bananum saman við øðrum, men sum skilst hava tær royndirnar heldur ikki borið boð í bý.  Men sum skilst verður framhaldandi arbeitt við at finna eina loysn.

Sambært keldum sum standa ymisku pørtunum nær er greitt at Føroya Banki er sera jaligur fyri at selja bygningin á Kósini og maskinurnar, men bankin hevur ikki víst áhuga at veita fígging til rakstur.

Eitt virkið sum Kósin krevur millum millum 10 til 20 milliónir krónur í rakstrarkapitali – alt eftir stødd á virkseminum farið verður undir – og hendan kapital vil bankin ikki fíggja.

Tað er nú næstan eitt ár síðan at leiðslan í Maru Seafood var noydd at stongja Kósavirkið og fyrstu tíðina samráddust Norðoya Sparikassi og Føroya Banki um rovini. Hesar samráðingar endaðu við at Føroya Banki yvirtók Kósvirkið og sparikassin boðaði frá at teir nú einki høvdu við Kósina at gerða.

Síðan tá er einki hent – tó skal sigast at Føroya Banki hevur spandera eina blaðlýsing har almenningurin (um onkur er sum ikki hevur fingið tað við)  fær at vita at Kósin er til sølu.

Staðfestast kann at fíggingarstovnarnir hava víst sera lítlan áhugað í at endurreisa virksemið í fiskivinnuni í Norðoyggum og ístaðin hevur leiðslan í Føroya Banka boða frá at hon ætlar at keypa útlendskan banka fyri ovurhonds stórar millióna upphæddir.

Tað tykist sum um stórslidnar útlendskar verkætlanir hava størri áhuga í toppinum á bankanum – meðan vit einki umboð eiga sum brennur fyri tí sum rørist í Norðoyggjum.

Hetta smakkar illa í munninum, tá hugsað verður um at Føroya Banki harvið fer at gjalda donskum ella norðurlendskum partaeigarum stórar penga upphæddir – meðan føroyskt vinnulív – og serliga fiskivinnan í Norðoyggjum hevur tørv á kapitali.

Gongdin í málinum um Kósavirkið higartil:

Tann 11. desember 2008 skrivar portalurin
Bakkast fyri Kósavirkið – framstig fyri Suðuroynna
Eitt felag í Suðri hevur í dag undirskrivað sáttmála við Føroya Banka um keyp av teimum báðum flaggskipstrolarunum, sum hava avreitt til Kósavirkið, Borgaran og Navaran.
Hetta má sigast at vera eitt bakkast fyri ætlaninar hjá norðingum at lata upp aftur Kósavirkið. Áhugamál í Klaksvík hava arbeitt við at keypa skipini aftur til økið, soleiðis at Kósavirkið kundi lata upp aftur.

Tann 16. desember 2008 skrivar Norðlýsið
Arbeiðsfólkini á Kósavirkinum verða nú søgd úr starvið. Kl. 10 í morgun vóru tey 150 arbeiðsfólkini á Kósavirkinum boðin til fundar har tey fingu at vita, at tey fóru at verða uppsøgd – Helvtin av hesum eru fólk í aldrinum 20-30 ár
Hóast borðreitt var við rísingreyti, karamellum o.ø. góðum í morgun so var stemningurin millum starvsfólkini á Kósini einki serligur.

– Eg skal boða frá at í samráð við arbeiðararfeløgini hava vit gjørt av at siga tykkum úr starvi, tvs. at eftir uppsagnarfreistini merkir tað at tit eru uppsøgd frá 19. Januar 2009.

– Støðan er tann at Maru Seafood hevur biðið um eitt sokallað “timeout” har vit fara í gjaldsteðg. Hetta gevur okkum stundir til at umrøða støðuna og at gera eina roynd av fáa neyðugar avtalur uppá pláss so Kósavirkið aftur kann taka ímóti fiski.

– Sum tit vita hava vit mist stórur trolararnar og tí hava vit nú brúk fyri at kanna um grundarlag er fyri at halda fram, segði Jóhan Páll Joensen, stjóri á Maru Seafood í kunning síni til starvsfólkini.

Tá kósavirkið hevur verið umrøtt í fjølmiðlunum hevur ofta verið sagt at talan er fyri tað mesta um eldri fólk sum starvast á virkinum, men sum myndirnar vísa er tað fólk í øllum aldursbólkum, sum hava havt sína dagligu gongd á virkinum.  Tað er rætt at nógv liggja um 50 ára aldur men ein stórur partur vóru yngri fólk heilt niður í skúlaaldur.
Umleið helvtin av uppsøgdu fólkunum eru millum 20-30 ár og síðani er ein stórur partur millum 30 og 55 ár. Ein minni partur er eldri og heilt upp í pensjónsaldur. Sostatt fingu 150 fólk boð í morgun um at tey verða søgd úr starvið frá 19. Januar at roknað.

Tann 17. desember 2008 skrivar portalurin
Kósin farin í gjaldssteðg. Skiftirætturin hevur í dag fingið boð um, at Kósavirkið er farið í gjaldssteðg
Hesum hevur Jóhan Páll Joensen fyri løtu síðani boðað frá í tíðindaskrivi. Skiftirætturin hevur útnevnt Christian Andreasen advokat at hava eftirlitið
við gjaldsteðginum. Nevnd og leiðsla fyri P/F Kósina arbeiða framvegis við eini ætlan um rekonstruktión av felagnum. Samráðingar fara í løtuni fram við stóru kreditorar felagsins og arbeitt verður eisini við eini ætlan at útvega felagnum skip, soleiðis at virkinum verður tryggjað neyðugu rávøruna, verður sagt í tíðindaskrivinum.

Tann 9. januar 2009 skrivar Norðlýsið
Støðan í fiskivinnuni ávirkar beinleiðis kommukassan – Borgarstjórin, Gunvá við Keldu, váttar at inntøkurnar hjá Klaksvíkar Kommunu frá persónsskattinum fyri desember mánaða vóru 25% lægri í ár enn um somu tíð í fjør
Sambart nýggjastu tølunum hjá Klaksvíkar Kommunu er inntøkan av persónsskattinum fyri desember mánaða 10 milliónir krónur í mun til 13 milliónir krónur í fjør.

Tann 9. februar 2009 skrivar Norðlýsið

Neyvan grundarlag fyri meira enn einum parið – Teir hjá Chr. í Grótinum í Klaksvík hava keypt partrolararnar Nónhamar, Fjalshamar, Smaragd og Safir frá Føroya Banka.
Avtalan var undirskrivað fríggjadagin og sambart Eyðun Rasmussen, stjóra í P/F Christan í Grótinum verða tvey av skipunum allarhelst løgd.
– Føroya Banki avgjørdi jú at selja nøkur av fiskiloyvunum sum bátarnir hava havt til aðrar og tí er neyvan grundarlag fyri at allir fýra bátarnir fara aftur til fiskiskap.

Tann 17. februar 2009 skrivar Norðlýsið

Vit bíðja eftir svarið frá bankunum – sigur stjórin í Maru Seafood, Jóhan Páll Joensen, sum samstundis staðfestur at samtakið missir pening hvønn dag Kósavirkið liggur stilt
Nú fara frystigoymslurnar á Kósavirkinum at tømast og enn røkist einki fyri eini loysn.
Tíðindini um at reiðarríði hjá Christian í Grótinum hevði keypt teir fýra trolarnar hjá Maru Seafood góðu annars vónir fyri einari skjótari loysn, tí samabært útmeldingunum frá reiðarríðnum fóru trolararnir at gerða eina samstarvsavtalu við Kósina so skjótt sum virksemið aftur var á virkinum.
Men enn frættist einki nýtt og stjórin í Maru Seafood sigur at bólturin liggur í løtuni hjá Føroya Banka og Norðoya Sparikassa.
– Vit hava lagt eitt útspæl fyri leiðslurnar í Norðoya Sparikassa og Føroya Banka tann 22. januar, men hava síðani einki ítøkiligt frætt aftur.

Tann 24. februar 2009 skrivar kringvarp.fo
Frá í dag hevur Sparikassin onki við Kósavirkið at gera, staðfestir Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa. Síðan í 1993 hevur Norðoya Sparikassi fíggjað Kósina, men hevur nú onki við størsta arbeiðsplássið í Klaksvík at gera longur.  Norðoya Sparikassi hevur mist minst 15 milliónir krónur upp á at fíggja Kósavirkið, sigur stjórin í Norðoya Sparikassa við Kringvarpið.

Tann 25. februar skrivar Norðlýsið
Mistu ikki 15 milliónir uppá Kósina
Sambært Jóhan Páll Joensen, stjóra í Maru Seafood, hevur Norðoya Sparikassi ikki mist 15 milliónir uppá Kósavirkið, men uppá tvingulsøluna av Safir og Smaragd
– Norðoya Sparikassi hevur ikki mist 15 mió kr uppá Kósavirkið sum tað er framkomið í miðlunum. Tann stóri parturin av missinum hjá Norðoya Sparikassa, er uppá tvingsilssøluna av parinum Safir og Smaragd og ikki uppá Kósavirkið, sigur Jóhan Páll Joensen, stjóri í Maru Seafood í stuttari viðmerking.

Tann 3. mars 2009 skrivar Norðlýsið
Føroyagrunnurin sinnaður at keypa Kósavirkið
Leif Abrahamsen, formaður í Føroyagrunninum, váttar at Føroyagrunnurin er áhugaður í at keypa sjálvan virkisbygningin
– Vit hava verið í samband við Føroya Banka og gjørt greitt at vit eru áhugaðir í at keypa sjálvan virkisbygningin fyri ein ávísan prís.
– Men vit hava einki frætt aftur frá Føroya Banka og tí meta vit at boðið ikki er nøktandi eftir teirra meting.
– Avgerðin um at bjóða uppá á sjálvan virkisbygningin er tikin út frá eini meting um hvørjar íløgur vit kunnu forrenta, sigur formaðurin í Føroyagrunninum.

Tann 18. juni 2009 skrivar Norðlýsið
Eru stóru bankarnir í ferð við at sentralisera fiskivinnuna
Vit høvdu vantað størri áhugið var fyri Kósini sigur Suni Scwartz Jacobsen, stjóri í Føroya Banka, sum nú fer at royna at selja Kósavirkið í almennari útbjóðing. Í Klaksvík seta menn hinvegin spurnartekin við um bankin í heilatiki er áhugaður í at virksemið kemur aftur á Kósini.
Gjaldsteðgurin hjá Kósini er nú endaður og samstundist verður punktum sett fyri royndunum, at reisa nýggjan kapital fyri at endurreisa virksemið á Kósavirkinum.
– Vit kunnu bara staðfestað at áhugin í norðoyggum fyri Kósavirkinum er ikki tann sum vit høvdu vantað og hóast vit seinasta hálva árið hava arbeitt við at funnið váðafúsan kapital – so hevur hetta ikki eydnast okkum. Hetta mugu vit fyrihalda okkum til og tá eigararnir ikki vóru áhugaðir í at halda fram við gjaldsteðginum – samdust vit um at bjóða Kósavirkið út í fríari sølu og so mugu vit síggja hvussu tað fer at ganga, sigur Suni Scwartz Jacobsen, stjóri í Føroya Banka.
Hóast stjórin í Føroya Banka Suni Scwartz Jacobsen sigur at arbeitt verður við at finna eina loysn, so er tað ein sannroynd at ongantíð í søguni hava maskinurnar á Kósavirkinum staði stillar so leingi. Tá kreppan var uppá tað harðasta fyrst í 90-unum tók tað ikki tríggjar mánaðar at endurreisa virksemið og vinnulívsmenn í norðoyggum, sum vit hava tosað við, seta spurnartekin við um tað er í tráð við áhugamálini hjá Føroya Banka at Kósavirkið aftur gerst virkið.
Víst verður á at bankin fíggjar onnur flakavirki og spurningurin er um tað ikki er betur fyri Bankan at Kósin liggur still meðan virksemið er aðrastaðni í landinum og tí verður spurnartekin sett við um bankin hevur áhugað í at Kósavirkið letur upp aftur og ferð at kappast við aðrar um rávøruna.
Tann 22. august verður Føroya Sjómanndagur í Klaksvík og sum støðan er í løtuni er sannlíkt, at dagurin verður hildin samstundis sum eingin fiskur verður hagreiddur í Klaksvík. Og so leingi sum eingin fiskur verður hagreiddur í Klaksvík er meira til hinar aktørarnar á marknaðinum og spurningurin er um vit ikki í løtuni síggja eina byrjan til eina ógvusliga sentralisering av fiskaframleiðsluni í Føroyum.
– Ein sentralisering av allari fiskaframleiðsu í Føroyum er ikki ein nýggjur tanki – men hetta verður uttan iva ein katastrofa fyri eitt økið sum norðoyggjar, sigur vinnulívsmaður, sum vit hittu á máli fyri løtu síðan, og hann helt tosið um almenna útbjóðing bara var enn meira snakk.
Kósavirkið: Tað er Útnorðurgrunnurin, ið hevur fyrsta veðrætt, fimm milliónir krónur, og Føroya Banki sum situr við øðrum veðrætti, 27 milliónir.

Tann 3. august skrivar Norðlýsið
Eg heitið inniliga á avvarandi peningastovn um at fáa virksemið aftur á Kósini – so bersøgin var Alfred Olsen, framsøgumaður Sambandsflokksins, í løgtinginum í morgun har løgmannsrøðan er til viðgerðar. Hann heldur eisini at Føroyagrunnurin hevur ábyrgd at virka fyri at fáa virksemiða aftur á Kósini

Tann 11. september 2009 skrivar Kringvarp.fo
Kósin lýst til sølu – Til ber eisini at keypa felagið. Tað er Corporate Finance deildin hjá Føroya Banka, sum selir virkisbygningin og partafelagið Kósina. Seinastu tíðina hava m.a. fakfeløgini í Klaksvík verið inni í myndini at keypa Kósina frá bankanum, men einki endaligt er komið burturúr.
(Red: Eftirfylgjandi varð ein kvartsíðulýsing sett í Dimmu har Kósin var lýst til sølu!