Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bláabylgjan kom, sá og sigraði

John William Joensen

Eitt flott liðaavrik tryggjaði Kí sigurin á B68 og harvið er framhaldandi møguleiki fyri at Kí verður verandi í Vodafondeildini – hóas hesin møguleikin ikki er serliga stórur. Stuttligt var at síggja hvussu leikarar offraðu seg fyri hvørjum øðrum og tað gevur vón um ein spennandi enda á kappingini 2009

Tað var ein sera positiv uppliving fyri Kì viðhaldsfólk, sum høvdu leita sær út á Svangaskarð, at síggja eitt KÍ lið har allir mans stóðu saman sum eitt.

Fjepparafelagið hjá Kí, Bláa Bylgjan, setti dám á kringumstøðurnar og hetta hevði eina sera positiva ávirkan á leikararnar.

Ósigurin hjá B36 á Streymnesi førdi við sær at enn er møguleiki hjá Klaksvíkingum at bjarga sær pláss í fremstu deildini, men tað er ikki nokk at KÍ vinnur – onnur úrslit skulu eisini ganga upp í eina hægri eind.

Sunnudagin møtast 07 Vestur og KÍ í Klaksvík og kravið er ein sigur.

Sum áður sagt so er KÍ í veruleikanum flutt niður í 1. deild men enn hevur Kí møguleika at vinna seg upp um niðuflytingarstrikuna. B36 skal til Runavíkar at spæla móti NSÌ.

Men eftir stendur at liðavrikið á Svangaskarði og samanhaldið millum viðahaldsfólki og leikarar – birti vón um – at enn eru ikki allar súður syftar.

KOYR Á KÍ

Støðan
HB   49
EB/St   41
B68 39
Víkingur 38
NSÍ 38
AB 34
ÍF 27
B36 24
KÍ 21
07 Vestur 19

Harleywoodpaint