Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tunnilsdagur í Runavík

John William Joensen

Leygardagin 26. september skipar handilsmiðdepilin í Runavík fyri átaki har tey sum vitja handlar í Runavík kunnu vinna eina ferð fyri tvey til Reykjavíkar

Í Norðlýsinum sum verður borið í hvørt hús í Norðoyggjum og Eysturoy í kvøld er eitt spennandi tilboð frá handlum í Runavík.

Við at vitja handlarnir sum eru nevndir í lýsingini eru viðskiftafólk við í einum lutakasti um eina ferð fyri tvey til Ísland.

Gist verður tríggjar nætur á Hotel Nordica.

Tað er Handilsmiðdepilin í Runavík sum skipar fyri átakinum saman við Fonn Flog.