Í samband við Tunnilsdagin 26. september skipar eitt av gomlu handilshúsunum í Klaksvík – Kósabúðin – fyri OPEN BY NIGHT.
Tey í Kósabúðini eru kend fyri at verða sera fyrikomandi, fryntlig og hjálpsom – og í samband við Tunnilsdagin 26. september skipa tey í Kósbúðini fyri OPEN BY NIGHT við stórum úrvali av Jakkum í nógvum ymiskum sniðum – og handilin sýnir eisini fram stórt úrval av kjólum.
Kósabúðin er sum sagt eitt av gomlu handilshúsunum í Klaksvík og kensluna av at vitjað eini handil við traditiónum fær ein longu tá ein trínur inn um gáttina. Omanfyri durðastavin er rútur við áskriftini: "Amaliel Hansen Tlf. 5000"
Leygdagin – tunnilsdagin – er Kósabúðin opin til kl. 22.




