Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vælferð fyri 110 milliónir út gjøgnum vindeygað

Hannefía Joensen

Tey, sum í næstum fara at kenna sviðan av sparingunum á fíggjarlógini, eiga at senda oddafiskunum í ABC-samgonguni ein tanka.

Hesir hava júst tveitt 110 mió. kr. av vælferð út gjøgnum vindeygað. Sum er, táttar holið í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2010 í milliardina

– Vælferðin í Føroyum verður skerd meira enn neyðugt næsta ár. Tað er avleiðingin av, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum í gjár tók ta sera illa umhugsaðu avgerð, at ríkisveitingin framvegis skal verða fastfryst.

Tað sigur Edmund Joensen, løgtings- og fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin.

– Í veruleikanum hevur landsstýrismaðurin tveitt fyri 110 mió. kr. av vælferð út gjøgnum vindeygað. Hetta fer at svíða hjá veikum bólkum í samfelagnum og innan almenna sektorin, tá sparingarnar fara at raka við fullari megi komandi ár, sigur løgtings- og fólkatingsmaðurin.

Hann vísir á, at holið í fíggjarlógaruppskotinum, sum í næstum skal viðgerast aftur í Løgtinginum, eftir øllum at døma framvegis táttar í einar 700-800 mió. kr.

– Ábyrgdarpolitikarar hava í dag eina høvuðsuppgávu. Tað er at tryggja Føroyum so nógvar krónur í inntøkum sum gjørligt. Teir, sum í gjár tryggjaðu sær, at fastfrystingin av ríkisveitingini stendur við, eru ikki sína uppgávu og ábyrgd vaksnir, sigur Edmund Joensen.

Fastfrystingin av ríkisveitingini kostar uml. 110 mió. kr. hvørt ár. Hetta er peningur, sum eigur at koma beint inn á føroysku fíggjarlógina. Danska stjórnin boðaði longu í mai í ár frá, at hon er sinnað at viðgera spurningin um at strika fastfrystingina, um ein áheitan kemur úr Føroyum.

– Henda áheitan kemur tíverri ikki, og tað fer at kosta vælferð komandi ár, sigur Edmund Joensen.

Løgtings- og fólkatingsmaðurin hjá Sambandsflokkinum undirstrikar, at samgonguskjalið hjá ABC-samgonguni er ongin forðing fyri at tiðna blokkin aftur.