Tú roynir at gera gjøldur burturúr tí sum hendi 14. September 1946 við einum fjakutum álopi á meg tí eg havi lýst sannleikan (verunleikan) aftanfyri fólkaatkvøðuna 1946.
Tað sum tú skrivar úr løgtingstíðindum broytir ikki verunleikan í tí, sum eg havi endurgivið niðanfyri, so kanst tú eiga øll tíni matematisku prosentir fyri mær.
Hetta reingir ikki tann verunleika, at tað vóru 66,4% á vali og tey sum brúktu atkvøðuseðilin frá sambandsflokkinum, atkvøddi meiriluti fyri loysing.
Verunleikin er tann, tað var eftir uppskotið frá sambandsflokkinum javnarflokkinum at fólkaatkvøðan gjørdist bindandi og ikki bert vegleiðandi, tí teir kendu seg fullvísar í sigri sínum. Nú skuldi sláast fast um aldur og allar ævir, at føroyska fólkið fráskrivaði sær frumburarættin til sítt føðiland.
Sluppu at standa fadrar til Heimastýrislógin (stjórnaruppskotið)
Johan Petersen, kann gerða sær púra greitt, at tað finnst eingin samtykt á Føroya løgtingi ella í danska Fólktinginum um, at fólkaatkvøðan var vegleiðandi, um so var, hví segði so Knud Kristensen forsætisráðharri dagin eftir fólkaatkvøðuna, at nú høvdu føroyingar valt, og nú máttu føroyingar og danir skjiljast, ella hví mátti danski kongurin loysa upp løgtingið, um so var at úrslitið ikki var púra greitt.
Annars, var tað ikki Alf Ross faðirin at heimastýrislógini, sum segði, at tað ikki var so stórur munur á vegleiðandi og bindandi fólkaatkvøðum.
At spyrja fólk á eini vegleiðandi fólkaatkvøðu og so gera móti fólksins vilja er at halda fólki fyri gjøldur.
Tað var júst hettar sambandsflokkarnir fingu stjórnina og Kong Danmarkar at gera.
Sjálvir sluppu teir 2 ár seinni at standa fadrar at heimastýrislóðini, sum gekk beint ímóti fólksins vilja. Tað vóru hesir sum bjóðaðu av og taptu.
Uppskotið frá Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum var samtykt
Í Lógini um fólkaatkvøðuna varð, eftir uppskoti frá Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum, nærri tilskilja soleiðis, at fyri veljarnar vórðu lagdir tveir spurningar:
1. Ynskja tygum danska stjórnaruppskotið sett í gildi?
2. Ynskja tygum loysing Danmarkar og Føroya millum?
Lógaruppskotið um fólkaatkvøðuna varð samtykt 10. mai 1946 og 13. mai kunngerð danski amtmaðurin lógaruppskotið sum lóg. Eftir seinni kunngerð. sum landsnevndin setti, varð atkvøðudagurin settur til 14. september.
So statt fekk fólkið í Føroyum við samtykt Føroya løgtings og við samtykt danska Fólatingssins at velja millum danska stjórnauppskotið ella loysing. Her vóru greiðar gøtur at velja í millum.
Hetta var ikki nøkur vegleiðandi fólkaatkvøða. Vit kundu við góðum rætti siga at fólkaatkvøðan var lógarbundin. Tað vil siga hon er bindandi.
Sambandið helt í fyrstuni væl til standa.
Tað var sambandið, sum saman við dønum sum hevði íspunnið hesa atkvøðu, og júst í tí formi, hon fekk:
Samband ella loysing:
Sambandsmenn kendu seg fullvísar í sigri sínum, tí teir høvdu sæð veikleika fólkafloksins sum var í tvíningum, har afturat høvdu teir stuðul javnaðarfloksins at dúga upp á.
Teimum kom als ikki til hugs, at Føroya fólk, uttan um allar polittiskar flokkar og tvørtur um øll flokkspolitisk mørk, megnaði at taka seg saman sum fólk.(tjóð
Nú skuldi sláast fast um aldur og allar ævir, at føroyska tjóðin fráskrivaði sær frumburðarættin til óðal og ogn sína. Hetta var tað, í sambandið ætlaði við fólkaatkvøðuni.
MEN MONGUM brestir ætlan. Dagurin 14. september rann upp. Hann gjørdist dómadagur sambandsins og frælsisdagur føroysku tjóðarinnar.
Sambandið tapti og loysingin vann.
Dagin eftir, 15. september,
Dagin eftir, 15. september, sum var sunnudagur, fór merkið á stong um alt Føroya land, og veitraði fyri fyrstu ferð yvir frælsari tjóð.
Úrslitið av fólkaatkvøðuni gjørdist meiriluti fyri loysing, og tað vóru fólk úr øllum flokkum sum atkøddi fyri loysing, ja enda vóru tað eisini fólk úr Sambandisflokkinum sum atkvøddu fyri loysing, tí tey vildu ikki góðtaka Stjórnaruppskotið, sum í verunleikanum er Heimastýrislógin frá 1. Apríl 1948.
Men so hendi tað at danska ríkisstjórnin, sum hevði góðtikið fólkaatkvøðuna og sum hevði lati forsætisráðharra sín kunngera at londini máttu skiljast, tí tað høvdu danir lova føroyingum, brádliga gekk frá lyftum sínum, á slíkan hátt, ið má kallast ósømiligt fyri eitt land sum Danmørkin sigur seg at vera. Hetta var einki minni enn ein nýggj herseting av Føroya landið.
Danska ríkisstjórnin settu lógliga fólkaatkvøðusamtykt og lógliga løgtingssamtykt úr gildi. Nú skuldu føroyingar boyggjast. Danska stjórnin við amtmanni sínum vist at tað mundi verða so sum so, við stimbrinum í fleiri av tingmonnum meirilutans.
Men enn stendur fólkaatkvøðan – og verður standandi. Í henni liggur landsins rættur sum sigur, at tað eru føroyingar ið eiga Føroyar – og allan yvirvaldsrætt yvir hesum landi.
Heini O. Heinesen




