Tað er eingin króna sett av til Klaksvíkar Sjómannsskúla á fíggjarlógini fyri 2010 meðan játtanin til Vinnuháskúlan í Tórshavn er hækkað
Nú landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur kunngjørt fíggjarlógina fyri 2010 er greitt at Klaksvíkar Sjómannskúli, sum Fisher Heinesen setti á stovn í 50únum ikki longur hevur lív lagað.
Sambært fíggjarlógini eru null krónur avsettar til sjómannskúlan men játtanin til Vinnuháskúlan í Tórshavn er hækka samsvarandi tí krónutali – sum tað kostaði at reka Sjómannsskúlan í Klaksvík í 2009.
Tað ljóðar at landsstýrið ætlar at leggja sjómansskúlan undir Vinnuháskúlan og alt annað líka merkir hetta at Sjómannskúlin í Klaksvík letur aftur.
Umleið 100 næmingar hava á hvørjum árið gingið á Klaksvíkar Sjómannskúla.




