Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjómannskúlin ikki rørdur

John William Joensen

Tað er ikki rætt at landsstýrið stongir sjómannskúlan í Klaksvík, sigur Bjørn Kalsø, fíggjarnevndarlimur

– Á fíggjarlógini fyri 2010 eru játtaðar umleið 4 mill. krónur til rakstur av sjómannskúlanum í Klaksvík.

– Eg síggi at landsstýriskvinna hevur valt at seta játtanina til sjómannskúlan á eina undirkonto saman við øllum hinum maritimu útbúgvingunum.

– Spurningurin er um tað er rætt at Sjómannskúlin ikki er á eini høvuðskonto fyri seg sjálvur, sum hann hevur verið higartil og tann spurningin fara vit at viðgerða í fíggjarnevndini.

– Eg kenni einki til at samgongan ætlar at stongja sjómannsskúlan – og tað hevði undir ongum umstøðum verið góðtikið.