Trolvirkið Vónin hevur júst fingið ein ordra av teimum heilt stóru.
1. okt. 2009
Talan er um pelagiska útgerð til verksmiðjutrolaran “Athenu”, ið verður rikin av felagnum Thor í Hósvík. “Athena” skal fiska og virka rossamakrel í suður-Kyrrahavinum vestur úr Kili.
Á P/F Vónini hevur árið 2009 higartil verið sera hart rakt av nógv minni virksemi enn væntað. Hetta er serliga galdandi fyri deildina í Fuglafirði, sum er tann deildin, ið hevur framleiðslu av pelagiskari útgerð um hendi, tvs. flótitrolum og kraftblokkanótum. Sum kunnugt varð svartkjaftakvotan skorin niður í lítið og onki, og tað var ein rættligur smeitur – ikki bara fyri Vónina, men eisini Havsbrún og onnur virkir í nærumhvørvinum í Fuglafirði. Skipini – bæði føroysk og útlendsk – kastaðu nógv arbeiði av sær, tá tey komu inn at landa. Svartkjaftaútgerð hevur verið tað berandi hjá Vónini í Fuglafirði seinastu 10 árini, men hetta fekk ein bráan enda í 2009. Neyðugt var at siga 10 fólkum úr starvi frá desember 2008 til mei 2009, og tað hevur verið lítið at gjørt til tey, sum hava verið eftir. Tí kom hesin ordrin frá “Athenu” sera væl við, og hava 4 av teimum uppsøgdu fingið arbeiði aftur fyri at fáa hann avgreiddan.
Vónin var eisini veitari tá skipini “Poseidon”, “Hercules” og “Athena” hjá hósvíkingunum á fyrsta sinni í 2007 fóru í Kyrrahavið at fiska rossamakrel, og vóru tað uppi í størstu bíleggingum sum Vónin nakrantíð hevur fingið. Samstarvið við Thor hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri Vónina, tí at tað hevur gingið sera væl hjá “Poseidon”. Tað eru sera nógv skip, ið fiska í sama økið sum “Poseidon” og skiparar á teimum fylgja væl við hvussu tað gongur hjá hinum. Hetta hevur havt við sær, at m.a. hollendsk, kinversk og russisk skip hava bílagt nógva útgerð frá Vónini. Tað, at skipini eru í vinnu langt burtur frá Føroyum hevur ikki verið nakar trupulleiki, og Vónin hevur sent reiðskap hjá “Poseidon” til m.a. Panama og Kili.
Útflutningurin hjá Vónini hevur verið støðugt vaksandi seinastu árini, og serliga fiskiskapurin eftir rossamakreli í Kyrrahavinum er sera áhugaverdur, tá hugsað verður um at gera seg galdandi á altjóða marknaðinum innan fiskireiðskap.




