Tá Klaksvíkar Sjómannskúli í 1975 varð yvirtikin av landsstýrinum undirskrivaði táverandi Løgmaður eitt skjal har hann bant Føroya Landsstýri at reka sjómannskúla í Klaksvík
Nú landsstýrið hevur lagt fíggjarlógina niðan í løgtingið er komið undan kavið at fyri fyrstu ferð síðan landið yvirtók skúlan frá privtum í Klaksvík, er skúlin ikki at finna sum ein sjálvstøðug eind á fíggjarlógini.
Játtanin til skúlan er løgd sum ein undirkonto saman við øðrum maritimum útbúgvingum og hvør ætlanin við hesum er – er sera ilt at meta um.
Norðlýsið hevur roynt at fingið fatur á landsstýriskvinnuni í Mentannarmálum, Helenu Dam á Neystabø, men hon er framvegis ikki at hitta.
Samstundis er avsettur peningur til íløgur í samband við ein maritiman depil og sum Norðlýsið skilir er ætlanin at byggja hendan depilin í Klaksvík. Hetta stóð upprunaliga í uppskotinum til fíggjarlógina, men áðrenn uppskotið var lagt fyri tingið var staðsetingin "í Klaksvík" tikin úr játtanskrivinum.
Sum skilst er ætlanin at játtað eina millión krónur so farast kann ígongd við at fyrireika eina bygging – men eitt annað skjal – har raðfestingarnar hjá landstýrinum komandi seks árini eru ásettar – gerð greitt at eingin peningur verður avsettur komandi seks árini til umtalaða martima depilin.
Sjómannskúlin má á fíggjarlógina.
Undir øllum umstøðum er tað sera óheppið og eitt stórt afturstig fyri Sjómansskúlan í Klaksvík um skúlin ikki hevur eina sjálvstøðuga játtan á fíggjarlógini.
Tí tað er nú einaferð soleiðis at tann sum kemur at hava ræðisrættindini á høvuðskontoini – hevur eisini allan rættin at avgerða hvar peningurin verður brúktur og her kann Sjómannskúlin í Klaksvík lættliga detta niður ímillum.
Landsstýrið bundið seg til at hava sjómannskúla í Klaksvík
Tá Landsstýrið yvirtók skúlan í 1975 var ein avtala gjørd millum nevndina fyri Klaksvíkar Sjómannskúla og táverandi Løgmann, Atla P. Dam.
Avtalan sum Føroya Løgmaður hevur undirskrivað tann 25. februar 1975 gerð greitt; at skúlin verður rikin undir ábyrgd hins almenna, og at skúlanum framyvir verður tryggjað góð arbeiðslíkindi á hesum plássi.




