Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tórbjørn Jacobsen skyldar Føroya fólki 42 milliónir

John William Joensen

– tær høvdu munað í landskassanum í dag

Tað er hugstoytt ferð eftir ferð at lesa og hoyra framsøgumannin hjá Tjóðveldi tosa um ábyrgdarloysi. Tórbjørn Jacobsen forgudar CHE-samgonguna, sum var eitt politiskt mistak og ein skandala fyri føroyska samfelagið. Vit mundu bløtt út – tað hendi snøgt sagt einki, uttan tað vanliga hjá Tjóðveldi, landsstýrisfólk vórðu skift eina ferð um vikuna ella so.
CHE-samgongan skerdi inntøkurnar hjá landskassanum við 366 mió. kr. uttan at gera tær neyðugu tillagingarnar í landshúsarhaldinum. Og hvørji standa í dag og rópa um alt tað, tey ikki fáa, tí peningur ikki er tøkur á løgtingsfíggjarlógini? Tað eru Miðflokkamenn og Tjóðveldisfólk. 

Tað var Karsten Hansen, sum við danskari løn og eftirløn skerdi vælferðarsamfelagið Føroyar við 366 milliónum krónum. Hann unti ikki føroyska fólkinum vælferð, men trúði upp á jólamannin og loysing, sum í mínum hugaheimi eru hvørvisjónir – fatamorgana. 

Hvørki Tjóðveldisflokkurin ella Miðflokkurin hava víst ábyrgd í Løgtinginum. Kortini standa umboð fyri hesar flokkar og rópa upp um alla neyðina í landinum – sum tey sjálvi hava skapt við at skerja blokkin. Tey hava tikið 366 milliónir krónur, umframt tær 42 milliónirnar, sum Tobbi skyldar, og so lupu tey á dyr – út at rópa eftir hinum. Ábyrgdarleyst, einki annað. 

Í eini tíðindasending (6. oktober kl. 18.30) fer útvarpsmaðurin rennandi aftan á Tobba og spyr hann, hvussu vit skulu minka GAPIÐ (sum Tobbi tók til) millum útreiðslur og inntøkur. 

Hvat hevur Tórbjørn Jacobsen og Tjóðveldisflokkurin at borðreiða við? Ein flokkur av rebellum, ið ikki er stjórnarberandi, sum teir sjálvir siga. Teir hava allar loysnir tá teir sita í andstøðu (tað gera teir fyri tað mesta), men eru snøgt sagt einki verdir í samgongu, tí “flokkurin ikki er stjórnarberandi” (citat Høgni og Tórbjørn). 

Útvarpsmaðurin skuldi heldur spurt framsøgumannin, um hann ætlaði at rinda skattgjaldaranum peningin aftur, sum hann skyldar? Eg lurtaði í spenningi, tí tað er ein ógvuliga relevantur spurningur, nú ein av landsins stóru loysingarprofetunum stendur og skyldar landskassanum pening samstundis sum hann skal fortelja Føroya fólki hvussu landshúsarhaldið skal stýrast. 

Nei, Tobbi fekk sagt, at vit fara á heysin 6. oktober 2011. Um hann rindaði tær 42 milliónirnar, hann skyldar landskassanum, so kundu vit møguliga klára okkum til 12. oktober 2011… 

Nú íslendingar kollsigldu, var tað nær við, at vit fóru sama veg, um Tjóðveldið og Tobbi høvdu sloppið at rátt fyri borgum. Men so tók Sambandsflokkurin um stýrisvølin, sum so mangan fyrr, eftir at loysingarmenn hava spælt við landshúsarhaldinum og nærum vavt okkum upp í ruðuleikan í Íslandi. 

Tjóðveldið hevur jú forgudað Ísland og allan tann levnað, sum har hevur gingið fyri seg, og vit vóru nærum farnir sama veg í berari dummheit. Vit høvdu nærum tveitt alt fyri føturnar á íslendingum við Hoyvíkssáttmálanum, sum skuldi vera tað størsta av tí størsta í nýggjari føroyskari politiskari søgu. Eitt politiskt flopp úr enda í annan. 

Nú ganga føroyskir handverkarar arbeiðsleysir og hyggja at, meðan íslendingar við Hoyvíkssáttmálanum í lummanum hava úr at gera við at umvæla almennar føroyskar bygningar – og grína eftir okkara dummheit.
300 milliónir krónur til Ísland, 366 milliónir krónur í skerdum blokki pluss 42 milliónir eru tilsamans 708 milliónir krónur.
Nú minkar GAPIÐ, Tórbjørn.

Annfinn Brekkstein