Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Íløgur í vælferð og framburði

John William Joensen

Støðan í Klaksvík er tann, at vit hava hægsta arbeiðsloysið í landinum, í mun til fólkatalið, nevniliga 7,2 %.

Nú ljóðar at Kósin ferð at lata uppaftur, hetta er sera gleðiligt. Men spurningurin er um hetta er nokk til at venda gongdini í Klaksvík og Norðoyggjum. Arbeiðspláss sum Kósin eru alneyðug, men vit mugu fáa meira fjølbroytni í útboði av arbeiðsplássum. Gongur illa í fiskivinnuni, ja so gongur illa hjá okkum øllum her norði. Vit eru so sárbar mótvegis gongdini í fiskivinnuni tí vit hava ov fá kommunal og almenn arbeiðspláss.

Tað er í ringum tíðum at land og kommunnur skulu gera íløgur, ið eru arbeiðsskapandi. Tá ið peningurin er avmarkaður, í mun til tørv og ynskir, hevur tað stóran týdning at vit gera røttu íløgurnar. Vit hava ikki rætt til bert at hugsa her og nú. Vit politikarir hava skyldu til eisini at hugsa frameftir.

Klaksvíkar kommuna og íløgur
Øll vita at fíggjarorkan í Klaksvík er sera avmarkað og at kommunan hevur bert ráð til eina íløgu beint nú, og tað er Ósáskúlin. Henda íløga er liug á sumri í 2011 og um ongin loysn verður funnin saman við landinum, so kann kommunan tá fara í holt við røktarheimi. Eftir hesum leisti kann væntast at røktarheimið er liugt í 2014.

Verður harafturímóti funnin ein loysn saman við landinum. So er klárt at fara undir byggibúning nú í heyst og kundi sjálvt byggiarbeiðið byrja seinnu helvt av 2010. Við hesi loysn hevði røktarheimið helst verið liugt í 2012. Umframt arbeiði í byggitíðini til eina sera trongda byggivinnu, høvdu vit fingið 70 nýggj arbeiðspláss í Klaksvík. Ikki minst høvdu teir 32 eldru borgarnir ið hava bráðfongis tørv á røkt fingið røktarheimspláss um 2-3 ár.

Norð um fjall og Viðareiðisvegurin
Loysnin sum er vald til tunnlar norð um fjall kostar 260 mió og er hetta til tveir tunnlar næstan parralelt við verðandi tunlar. Bráðfongis trupuleikin hjá fólki á Viðareiði, er sjálvur vegurin til Viðareiðis, ið er sera vandamikil at koyra eftir um veturin. Fyri at hesin trupuleiki skal loysast við tunlum so mugu fólk á Viðareiði bíða eftir framhaldinum av Norður um Fjall. Henda verkætlan er ikki samtykt enn og tí koma fólk at Viðareiði at bíða nógv ár eftir eini endaligari loysn á hesum trupuleikanum.

Tryggja Viðareiðisvegin beinanveg
Tað er púra burturvið at fólk á Viðareiði skulu bíða fleiri ár eftir eini loysn ið tryggjar vegin. Fekk at vita frá landstýriskvinnuni í gjár, at peningur er á fíggjarlógini fyri 2010 ið kann nýtast til hetta endamál. Fari at strongja á og royna at gera mítt til, at hetta bráðneyðuga arbeiði kann byrja fyrst í komandi árið.

Er ikki antin ella
Ivist onga løtu í at tunnil Norð um Fjall verður verðuleiki. Spurningurin er bara um hetta er tann mest átroðkandi íløgan beint nú. Ikki minst um henda íløgan hjálpir uppá trupuleikan við arbeiðsloysinum bæði her og nú, og í framtíðini. Er møguleiki at framskunda røktarheimið, fáa gond á byggivinnuna og útvega hópin av nýggjum arbeiðsplássum í Klaksvík, so er hetta ein møguleiki ið ferð at vera við til at bøta um vælferðina – ikki bara í Klaksvík, men í øllum Norðoyggjum.

Eyðgunn Samuelsen løgtingskvinna