Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgmaður savnaði inn pengar í Vágstúni

John William Joensen

Í gjár var landsinnsavning til frama fyri Krabbameinsfelagið og løgmaður gjørdi sítt til fyri at fáa pengar í byssuna

Tað vóru formennirnir í politisku flokkunum sum innanhýsis, í hvør sínum økið í landinum, skuldu savna inn pening í einum tíðarskeiði uppá fýra tímar.

Vit møttu løgmann niðanfyri svmjuhøllina kl. 8 gjáramorgunin og tá hevði hann júst fingið at vita uppgávuna.

Eftir at hava hugsað seg um byrjaði løgmaður at geva ordarar.

– Kunnu tit á Norðlýsinum ikki seta eina lýsing á portalin har til heita á allar Klaksvíkingar um at møta mær í Vágstúnið nú kl. 10 og hava so nógvar pengar við sum gjørligt?
– Eg ringið eisini til kringvarpið við somu lýsing, og eg havi fingið Jákup Mikkelsen at hjálpa mær við at reka………sjálvur farið eg ein rundtúr til virkir…..

Jú – løgmaður hevði skjótt ein lidnan plan.

– Eitt afturat – kanst tú ikki ringja eftir onkrum tónleikarum – so okkurt er á skránni tá fólk koma saman í Vàgstúni kl. 10???

At siga noy við løgmann er ikki ein møguleiki – og komin niðan á redaktiónina, kl. var tá 9:15 vór eg at ringja.

Niclas Heri sæt á fundi,,,, Hans Hjalti var á fjalli í Kalsoynni,,,,telefonirnar hjá Hallur svaraðu ikki,,,,, Jógvan Andreas, skuldi royna at gerað tað hann kundi,,,,, Andras Sólstein – Lat meg hugsað um tað!….

Kl. 10 stóð løgmaður í Vágstúni við byssuni…..starvsfólkini á deildini í EIK komu við kaffi…… og kjølbro heilsøla kom við karamellum.

Hanus, Kristian Martin og aðrir toppar í býnum stóðu í kø framman fyri byssuna hjá løgmanni….. og mín sann um ikki seks, sjey limir í Klaksvíkar Hornorkestur komu – presis kl. 10.

– Áaa – gevur tú mær 20 minuttir, so klári eg at savna Hornorkestri,,,,, sigur Andras við einum skeivum smílið….. og so var tónleikur í Vágstúni.

Løgmaður var ovurfegin og skjótt savnaðust høg sum lág at lata krónur í byssuna…….

sí myndir