Leygardagin klokkan 18.30 skal sterkasti maðurin í Føroyum finnast.
Hetta verður í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, har níggju sterkir menn skulu kappast í seks ymiskum greinum. Stig verða givin fyri hvørja kapping sær, og tann, sum hevur hægsta stigatalið at enda, vinnur sær rættin at verða kallaður Føroya sterkasti.
Kappingarnar eru:
• Lyfta eina stammu, sum vigar 90 kilo, oftast møguligt upp um høvd í 60 sekund
• Ganga 14 metrar við einum bili upp á tíð
• Halda 20 kilo tungum dekki í strektum ørmum longst gjørligt
• Bonkpress, 140 kg, oftast gjørligt
• Renna við fimm sekkum á 100 kg og tveita hesar upp á plattar
• Halda tveimum bobbens á 105 kg í longst møguliga tíð
Undan kappingini hitar Rókur Jákupsson Jacobsen áskoðararnar upp, og í steðginum – t.e. eftir fyrstu tríggjar kappingarnar – verður mótasýning við undirklæðum frá Siri.
Teir luttakandi eru:
Sámal Johannes Hansen
Herman Hermansen
Gunnar Grækarisson
Bárður Poulsen
Heri Vestergaard
Finnur Poulsen
Jákup Petur Djurhuus
Torstein Madsen
Bogi Hammer
Atgongumerkið til tiltakið kunnu keypast við dyrnar




