Lagt er upp til ein spennandi hondbóltsdyst í KÍ-høllini tá føroyska U19/U21 kvinnulandsliðið tekur móti gønlendska kvinnulandsliðnum. Liðini leiktu í Havn sunnudagin. Føroysku kvinnurnar vunnu 25-24
Sum ein liður í fyrireikingunum til luttøku í kappingini Pan American Games er grønlendska kvinnulandsliðið í hondbólti komið til Føroyar at leika fýra venjingardystir móti føroyska U19/U21 landsliðnum.
Fyrsti dysturin varð leiktur í Havn sunnudagin. Dysturin var sera javnur. Hálvleiksstøðan var 9-9. Í seinna hálvleiki vóru føroysku kvinnurnar omaná, men grønlendska liðið togaði seg fleiri ferðir inn á føroyska liðið, so spenningur var í allan dystin, sum endaði við einum teprum 25-24 sigri til Føroyar.
Toppskjúttar á føroyska liðnum vóru Lillian Djurhuus við seks málum, Durita Mikkelsen við 5 málum og Durita Ljósstein við 4 málum.
Á føroyska liðnum eru fýra leikarar frá Stjørnuni. Tær eru Durita Mikkelsen, Edith Hansen, Durita
Ljósstein og Ella Petersen.




