Sum ein liður í at menna okkara ungu føroysku badminton spælarar, hevur Badmintonsamband Føroya (BSF) valt ein annaðleiðis leist, fyri at lyfta spælarnir upp á eitt hægri og meiri altjóða støði.
Mánadagin fara 8 spælara og 4 venjarar til Íslands, í eina viku. Spælararnir umboða bólkarnar U13, U15 og U17.
Venjararnir umboða tey flestu feløgini í landinum, umframt at sjálvur landsliðsvenjarin er við.
Í Íslandi fara spælarar saman við venjarum at luttaka á eini venjingarlegu, har Grønland, Ísland og Føroyar luttaka.
Á sjálvari venjingarleguni, verður Bjarne Nielsen undirvísari. Bjarni Nielsen eigur TopDirect, ið er eitt badminton akademi.
Henda venjingarlega er komin í lag av BSF, og er legan í Íslandi, tann fyrsta av sínum slag, av trimum.
Teir seinastu dagarnir, á leguni, sleppa spælarnir at royna seg, í opnari Íslands kapping. Opin kapping merkir, at øll kunnu verða við, so tað verður spennandi at síggja hvussu okkara spælarar fara at klara seg, og serliga sæð í ljósinum av, at Ísland verður mett at verða á einum hægri støði, enn vit í Føroyum.
Umframt at menna leikararnar, so ger BSF eisini eitt miðvíst arbeiði við at menna venjararnar í Føroyum, so teir eisini kunnu verða við til at lyfta føroysku spælararnar upp á eitt hægri støði.
Íslandstúrurin er ein liður av fleiri, fyri venjarnar. Fyrr í summar hevur ein venjari verði á venjingarlegu í Karlskrona Svøríki, og seinri í heyst, fara 2 venjara niður til Slovenia, har tað verður venjara seminar. Samstundis fara venjarnir, ið eru í Slovenia, at taka sær av tveimum føroyskum spælarum, ið koma at umboða Føroyar, í EM fyri U17.
Tað er Tryggingarfelagið Føroyar, sum er høvðusstuðul hjá Badmintonsambandinum, og saman við teimum er framtíðin enn tryggari…
So ikki kann sigast, at BSF hevur virkuliga lagt eina spennandi, og øðrvísi og málrættaða ætlan, fyri tíðina ið er fyri framman.




