Hetta, sum tit hava klárað, er eitt framúrskarandi ítróttaravrik, sum er nakað heilt fyri seg í føroyskum fótbólti og eisini í øllum føroyskum ítrótti, segði Gunvá við Keldu borgarstjóri tá býráði á samkomu í býráðshøllini heiðraði gullkvinnurnar hjá KÌ
Heiðursrøða borgarstjórans fyri KÍ kvinnunum:
Góðu KÍ-kvinnur og tit hjálparfólk, nevnd og leiðsla í KÍ
Hjartaliga tillukku við hesum 10. føroyameistara-heitinum á rað.
Hetta, sum tit hava klárað, er eitt framúrskarandi ítróttaravrik, sum er nakað heilt fyri seg í føroyskum fótbólti og eisini í øllum føroyskum ítrótti.
Tit hava megnað betur enn nakað annað lið at sett Klaksvík á føroyakortið og eftirhondini eisini á heimskortið.
Um vit til dømis hyggja at øðrum liðum og kappingum, so síggja vit, at tað vaksnamannaliðið, sum hevur vunnið næst flest føroyameistaraheiti á rað í bestu deildini, hevur vunnið FM 5 ár á rað – altso helvtina so ofta sum tit hava megnað.
Hetta sigur øgiliga nógv um tykkara framúr evni, vilja, samanhald og ikki minst stabilitet.
Tað sigur seg sjálvt, at eingin vinnur føroya-meistaraheitið av tilvild og enn minni fleiri ár á rað.
Tað verður sagt av fótbóltskønum, at tað er rættiliga torført at vinna meistaraheitið eina ferð, men tað er tíggju ferðir torførari at endurvinna meistaraheitið árið eftir.
So veit eg ikki, hvussu ein roknar út, hvussu torført tað er at at vinna føroyameistaraheitið 10 ferðir á rað í bestu deildini í øllum landinum, men tað hava tit altso megnað, og tað er eitt heilt ótrúligt avrik – ja, tað er í veruleikanum óhoyrt.
Sum tey flestu munnu vita, so er tað eisini KÍ, sum hevur met nummar 2 í vunnum føroyameistara-heitum 5 ár á rað. Tað var tað tiltikna 66-liðið við monnum hjá KÍ, sum vann FM á hvørjum ári frá 1966 til 1970.
Eisini hetta sigur nakað um stoltu traditiónirnar hjá KÍ sum felag, at tað eigur hesi bæði metini.
Í løtuni hava menninir hjá KÍ tað ikki so gott, nú niðurflytingin úr bestu deildini fyri fyrstu ferð gjørdist veruleiki, men vit vóna og vænta eisini, at teir skjótt koma uppaftur og fara at gera seg galdandi aftur í fremstu røð.
Hugsaði um tað, nú tit endurvunnu FM-heitið, at líka síðan 1999, tá ið menninir vunnu FM seinast, hava tit á hvørjum ári ført føroyameistaraheitið heim til Klaksvíkar og hava lyft okkum øll upp á eitt hægri støði. Túsund takk fyri tað.
Tit KÍ-kvinnur eru blivnar eitt eyðkenni fyri Klaksvík, sum veruliga gevur okkum nakað at vera stolt av og glað fyri, og tykkara týdningur er ikki blivin minni við tíðini, nú tit hava megnað hetta í so nógv ár.
Eg hugsaði nevniliga um tað, tá ið tit spældu og vunnu útsetta dystin ímóti AB og tryggjaðu tykkum føroyameistaraheitið tann mánadagin, hvussu ótrúliga gott tað var og er fyri býin, alt hetta økið og fólkið, at tit aftur í ár megnaðu at endurvinna føroyameistaraheitið.
Tit skulu vita, at tað hevur sera stóran týdning fyri allar partar av kommuni, at tit við hesi ótrúligu røð av meistaraheitum vísa, at tað ber til hjá okkum her í økinum at vinna á avbjóðingunum.
Júst hetta er ein av hjávinningunum við vinnaraliðum í ítróttini, tí tit vísa okkum, at við einum beinhørðum innsatsi, góðum evnum og sterkum samanhaldi so kunnu vit megna tað mest ótrúliga.
Fyri tað uppvaksandi ættarliðið eru tit heilt serligar fyrimyndir, sjálvandi ítróttarliga, men so sanniliga eisini á annan hátt, tí sum vinnarar í ítrótti vísa tit teimum ungu, hvussu stóran týdning tað hevur á øllum økjum í lívinum at stríðast fyri einum máli, at gera sær ómak, at halda saman sum eitt team o.s.fr.
Tá vit gera tað, kunnu vit vinna á teimum trupulleikum og avbjóðingum, sum vit fáa í okkara virksemi, bæði sum einstaklingar, sum lokaløki og sum tjóð.
Hetta hevur stórt virði fyri eitt lokaløki sum okkara, sum altíð hevur dúvað upp á egna megi og avrik fyri at yvirliva.
Hetta, at hava eina vinnaramentan, er ikki nøkur sjálvfylgja og hevur eitt størri virði, enn vit kanska ofta geva okkum far um, tí hugburðurin hevur so nógv at siga fyri, hvat vit tora at trúgva og avrika.
Hesa vinnaramentan eiga tit, besta kvinnuliðið hjá KÍ, og eg vóni, at tit framhaldandi fara at halda fast um hana.
Tað sær út sum, at endurnýggjanin av liðnum alla tíðina fer fram, við at nýggir leikarar sleppa inn á liðið at royna seg, samstundis sum tær meira royndu tryggja, at støðið alla tíðina er í topp.
Hetta er ein ógvuliga spennandi samanseting og positiv tilgongd, ið KÍ sum felag hevur dugað sera væl at vart og ment – haldið á við tí.
Tað er liðið, sum hevur vunnið, men samstundis eru tað einstaklingar á øllum slíkum vinnaraliðum, sum hava ein serligan leiklut ella skara framúr – hetta tekur tó einki frá hinum, heldur tvørturímóti.
Eg vil nýta høvið her í dag at nevna tykkum av leikarunum, sum hava verið við til at vunnið føroyameistaraheitið allar hesar 10 ferðirnar:
• Malena Josephsen
• Rannvá Andreasen
• Ragna Patawari
• Paula Mikkelsen
• Elsa Maria Simonsen
Tað er eisini merkisvert, at hesi 10 árini er tað bara komið fyri tað eina árið, at ein KÍ-leikari ikki er blivin toppskjútti.
Í ár er Rannvá aftur toppskjútti í 1. deild. Heta er 7. ferðin, at hon er toppskjútti, sum er ótrúliga flott av einum leikara.
Ein annar stórskjútti á liði tykkara er Malena, sum hevur verið toppskjútti í 1. deild 3 ferðir.
Randi Wardum, sum uttan iva er Føroya besti málmaður í dag, og sum í fjør royndi seg í íslendsku fótbóltskappingini er í ár kosin sum ársins málmaður í kvinnukappingini. Vit hava ikki eftirkannað tað, men eg havi skilt á leikarum, at hetta man vera á leið 6. ferð, at Randi er ársins málmaður, og vit vita eisini, at hennara týdningur er sera stórur fyri hetta ótrúliga KÍ-liðið.
HJARTALIGA TILLUKKU.
Takk fyri.




