Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ferð komin á Ægir

John William Joensen

Rættilig ferð er komin á Ægir síðan byrjað var við venjingunum eftir summarsteðgin.

Við nýggja høvuðsvenjaranum Petur Heðin á Fløtti eru nýggj mál sett, sum skulu flyta Ægir fram aftur millum fremstu svimjifeløg í landinum. Arbeitt verður eisini miðvíst við, at náa tíðum, sum geva møguleika fyri luttøku í altjóða kappingum. Og í opnu kappingini í Havn síðst í september vístu svimjararnir longu góð úrslit. 

Nógvir svimjarar 
Síðan svimjihøllin læt upp aftur eftir umvælingina hevur Ægir verið í eini støðugari menning. 

Nógv børn og ung svimja hvørja viku við Ægir. Tilsamans eru umleið 120 børn og ung í felagum. Hesi svimja í 8 ymiskum bólkum, sum spenna heilt frá teimum sum læra at svimja í svimjiskúlanum og til tey, sum venja upp til 8 ferðir um vikuna. 

Málið hjá nevndini er at skipa svimjiskúlan og venjingina fyri tey minstu, soleiðis at fleiri og fleiri fáa hug at halda áfram at svimja og koma upp í bólkarnar, sum venja fleiri ferðir um vikuna. 

Umframt svimjarar úr Norðoyggjum eru eisini nakrir svimjarar úr Eysturoynni lagdir afturat í ár. Felagið fegnast um hetta og metir, at hetta avgjørt er við til at styrkja um felagið, eins og hesin møguleikin eisini gevur svimjarunum góðar møguleikar at venja við 25 metra hylinum í Klaksvík. 

Mál: tríggjar altjóða kappingar
og triðbesta lið í landinum
Høvuðsvenjarin Petur Heðin á Fløtti hevur sett sær fleiri mál við svimjarunum í hesum kappingarárinum. Nøkur av teimum eru, at hvør einstakur svimjari skal duga at seta sær mál og miðvíst venja eftir teimum. Svimjararnir verða eggjaðir til at seta sær sjálvum høg mál. At hvør svimjari veit at Harra Jante býr ikki í Klaksvík. At fáa Ægir fram millum 3 tey bestu í landinum. At Ægir á hvørjum árið hevur svimjarar við til tær stóru kappingarnar uttanlands.
 
Venjingarlegur
Eftir ætlan fara teir eldru svimjararnir til Íslands á venjingarlegu fyrst í komandi ári. Hetta hevur verið roynt áður og hevur hetta verið sera gott fyri svimjararnar. Á slíkum legum hava svimjararnir góðar møguleikar fyri felagsskapi. Hetta er ein styrki í sær sjálvum. Høvuðsmálið er hørð og miðvís venjing, har vant verður fleiri ferðir um dagin. 

Umframt at seta fleiri samanhangandi dagar av til intensiva venjing, so er eisini møguleiki hjá venjarum og hjálparfólki, at seta fokus á viðurskifti, so sum heilsugóðan mat, svøvn og onnur viðurskifti, sum hava stóran týdning fyri menningini av einstaka svimjaranum. 

Teir yngru svimjararnir fara eisini á eina venjingarlegu. Ætlanin er at venjingarlegan skal verða heima í Føroyum. Enn er tó ikki endaliga avgjørt hvar og nær. 

– Vit gera hetta fyri at styrja um samanhaldi millum svimjararnar og sjálvandi eisini fyri at seta nakrar dagar av til venjing. Royndirnar hjá okkum vísa, at hetta gevur góð úrslit í hylinum, samstundis, sum svimjararnir, foreldur og venjarar koma at kenna hvønn annan betur. So vit gleða okkum nógv til hesa venjingarleguna, sigur Dan Hjelm, formaður í Ægir. 

Kapping í Klaksvík
31. oktober og 1. november verður opin kapping í Klaksvík, har úttøka verður til fýra kappingar: World Cup í Berlin hin 15. nov. 2009; Landsdyst millum Føroyar – Ísland í Havn hin 28. nov. 2009; NJM 5. og 6. des. 2009 í Bergen og EKM í Istanbul 10. til 13. des. 2009. Væntandi fer SSF eftir lokna kapping sunnukvøldið at nevna teir svimjarar, sum skulu umboða Føroyar til omanfyri nevndu kappingar. Tað eru longu fleiri, sum hava klárað kravtíðir til eitt nú NJM og EKM. Men hvør sleppur at umboða Føroyar til eitt nú World Cup í Berlin er ikki endaligt avgjørt enn, og tað er hørð kapping um plássini. Tað er bara Pál Joensen úr Susvim sum er tryggjaður pláss. 

Ein kvinna og ein maður skulu úttakast aftrat. Og ikki fyrr enn allar kappingarnar hava verið vita vit at siga, hvør hevur fingið flest fina stig, sum geva atgongd til Berlin. 

Sagt verður frá kappingarnevndini, at kappingin er gjørd og verður almannakunngjørd seinni í vikuni. Nevnast kann, at svomið verður leygarmorgun, leygarkvøld, sunnumorgun og sunnudag. Tað verða ongar liðsvimjingar til kappingina. Kappingin er opin, og tað verða svimjarar runt alt landið sum koma at luttaka. Allir svimjarar eru vælkomnir. Men av tí at hetta er ein sera umráðandi kapping fyri juniorar og seniorar, heitir Ægir á øll feløg um at hava hetta í huga, tá tilmeldað verður.

Harleyfacadeacryl