Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrstu ferð í Føroyum: 10 megabit internet frá Vodafone til privatkundar

John William Joensen

Vodafone spreingir enn eina ferð markið fyri internetferð til privatkundar í Føroyum.

Ferðin á skjótasta sambandinum fer nú upp í 10 megabit, ið er met. Samstundis økist ferðin á øllum internethaldum frá Vodafone, og prísurin á skjótasta internetsambandinum fer niður

– Allir privatkundar hjá Vodafone fáa nú meira ferð fyri pengarnar, tá teir eru á internetinum. Harumframt spreingja vit aftur ferðmarkið á interneti í Føroyum.

Tað sigur stjórin í Vodafone, Bjarni A. Bjarnason, nú Vodafone frá november* økir ferðina á øllum internethaldum og lækkar prísin á skjótasta haldinum.

Higartil hava privatkundar í mesta lagið kunnað keypt internetferð á 6 megabit, men Vodafone økir nú ferðina á hesum haldum upp til 10 megabit. Prísurin fyri hesa tænastu fer úr 975 kr. og niður í 799 kr. mánaðarliga.

Samstundis, sum Vodafone fer heilt upp á 10 megabit við sínum 6 megabit-kundum, fáa kundar við 1 og 2 megabit tvífalda ferð fyri sama prís**. Kundar, sum hava 4 megabit-samband, fáa 2 mbps afturat í ferð, uttan at prísurin fer upp.

Nýggju internetferðirnar eru hesar***
1 mbps = > upptil 2 mbps (375,- kr. per mðr.)
2 mbps = > upptil 4 mbps (470,-kr per mðr.)
4 mbps = > upptil 6 mbps (610,- kr. per mðr.)
6 mbps => upptil 10 mbps (799,-kr. per mðr.) Príslækking uppá 176,-kr. ella 18%.

– Vodafone ásannar, at Føroyar eftir stuttari tíð eru vorðnar undangonguland innan breiðband, og hetta er fyrst og fremst øktu kappingini á økinum at takka, sigur Bjarni A. Bjarnason.

Hann undirstrikar, at um menningin skal halda fram, og kappingin økjast uppaftur meira til stóran fyrimun fyri brúkarar, er neyðugt, at Landsstýrið tekur eina týðandi avgerð.

– Undirstøðikervið í Føroyum má gerast frítt og óheft. Verandi støða forðar fríari kappingini, sigur Bjarni A. Bjarnason