Sunnudagin, 18. oktober, kl. 13.15 verður skipað fyri spennandi og áhugaverdum gongutúri út móti Borðoyanesi.
Við á ferðini verður ein søgufróður frásøgumaður, Jógvan Ravnsfjall.
Á hesi ferð verður gingið út í Neytadal og víðari niðan móti Ytsu Gjógv, har millum annað greitt verður frá toftini, ið er har.
Verða stundir til tað, verður gingið út í Keldur oman móti Torvkletti, har eisini toftir eru, og heim aftur í neðra, har eisini fleiri fornminni og kend støð eru á vegnum heim.
Møtt verður á Norðoya Kunningarstovu kl.13.15
Eftir loknan túr verður hugnaløta í Skótahúsinum, har borðreitt verður við leskiligum ábiti og kaffi/te omaná
Kostnaður: kr. 100,- pr. persón
Tilmelding neyðug!
Túrurin tekur umleið 4-5 tímar
Torleikastig: lættur/miðal
Tilmelding: Norðoya Kunningarstova, info@klaksvik.fo




