Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eldrasamkoma verður aftur í Betesda fríggjadagin kl. 15 – 17

John William Joensen

Á eldrasamkomuni í Betesda fríggjadagin 23. oktober kl. 15 fara trúboðararnir Óli á Grømma og Jógvan Júst Rasmussen at greiða frá. – Eisini verður ymist annað á skránni.

Sum vant verður felagssangur og annar sangur á eldrasamkomuni í Betesda fríggjadagin.

Høvið verður til eitt gott og hungaligt prát afturvið einum kaffimunni.

Eisini er áhugavert, at bæði Óli á Grømma og Jógvan Júst Rasmussen, sum báðir eru føddir og uppvaksnir í Klaksvík, og hava verið trúboðarar úti í heimi tað mesta av hálvari øld, at teir júst verða heima í Klaksvík til hesa eldrasamkomuna, og at soleiðis verður høvið at hoyra teir greiða frá um trúboðanarvirkseminum, teir hava verið við í.

Øll eru hjartaliga vælkomin.