Demokratia, løgtingslimir, samfelagsfrøðingar saman við einari samdari høvusstaðarpressu hálovaðu nýggju politisku skipanini “Føroyar sum eitt valdømi” – Men nú vit livað í nýggja landinum – er alt við tað gamla – og kanska verri enn nakrantíð?
Ja nógv var sagt og skrivað um hetta fantastiska landið við einum valdømi. Men nú vit hava livað í landinum er tað væl neyvan nakar sum vil kennast við føgru lyftini frá politikarum, frøðingum og felagsskapum.
Latum okkum tríva í nakrar av mongu útsøgnunum:
Demokratia:
…….Føroyar: Afturúrsiglt manssamfelag – ella eitt valdømi?……..føroyar verða frílyntari og samstarvshugað……..
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi:
….. í einum valdømi hava skyldu at hava ein nógv greiðari økismenningar- og langtíðarpolitikk, ið fevnir um øll økini í landinum og útjaðaran – ……. Lokalpolitikkur og landspolitkkur skulu nú fáast at sampakka á ein øðrvísi hátt – fyri samlaðu flokkarnar, feløg og tingbólkar……. Eg síggi nógv størri møguleikar fyri at savna okkum um hugsjónirnar og felags stev fyri alt landið.
Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur:
…..Tað hava serliga verið valdømini, ið hava tvingað flokkarnar til at góðtaka hugsjónarligar renegades sum Karsten Hansen og Gerhard Lognberg, men við einum valdømi verða flokkarnir ikki longur bundnir av góðum, lokalum úrslitum, og tí sleppa flokkarnir undan at muga góðtaka valevni, ið ikki hóska inn í flokkin. Javnaðarflokkurin hevur jú noyðst at hildið fast við Gerhard Lognberg fyri at varðveita sessin í Sandoynni, men við einum valdømi hevur Javnaðarflokkurin ei longur tørv á manninum …..
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn
….. Vit síggja alt ov ofta, at avgerðir mangan verða órationellar, og merktar av negtivari motivatión. Viðhvørt velur tingið heldur onki at gera, enn at gera nakað í miðstaðarøkinum, og ótald dømi eru um evni, sum ongatíð koma á dagskránna av somu orsøk. Ein landsplanur – ella skipað útbyggingarætlan í høvuðsheitum fyri alt landið – er bert eitt dømi…………Tá Føroyar verða eitt valdømi, sleppa vit undan smákegli um smámál á tingi, bara fyri at onkur einstakur tingmaður kann markera seg í mun til onkran pinkalítlan part av valdømi sínum………
Oddagrein: Sosialurin:
……..víðskygni og skilagóðari menning. …….At vit vónandi fáa meira professionellar politikarar, sum fara at taka fyrilit fyri tí tilfeingi, sum vit hava at ráða yvir, hóast vit eru fullgreið yvir, at eingin automatikkur er hesum viðvíkjandi…….havt brúk fyri at reka landspolitikk. ……. nýtt lið av politikarum, sum alt um somu tíð kunnu hugsa lokalt, landspolitiskt og globalt………vit fáa tingfólk sum skulu til at síggja alt landið sum eina heild og ikki sum smærri øki, ið stríðast móti hvørjum øðrum. …….. Framtíðar politisku Føroyar skulu fevna um sterkar og harvið eisini professionelt væl riknar kommunur og so eitt Føroya Løgting, sum tryggjar, at fíggjarliga orkan verður umsitin á best forsvarligan hátt………
Vit kundu sjávandi leitað nógv tilfar fram afturat – men nú vit hava livað í lovaða landinum – Føroyar sum eitt valdømi – er politiska skilið ella óskilið – akkurat líka sum tað altíð hevur verið.
Men kanska vit læra ikki at lurta eftir demagogiskum dómadagsprofitium – sum altíð ynskja systemskiftið – og altíð enda á sama stað?




