Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Borgarstjórin á Sandi fær viðhald frá Innlendismálaráðnum

John William Joensen

Borgarsjórin í Sandi bar seg rætt at sigur Innlendismálaráði í brævi til Sands Kommunu, men borgarstjórin ætlar at leggja frá sær um hann ikki fær arbeitt politiskt í býráðnum

Í vikuni sendu stillararnir á lista C, har borgarstjórin var uppstillaður, eina áheitan á borgarstjóran um at verða sitandi.

Borgarstjórin á Sandi, Páll á Reynatúgvu, tekur brævið frá stillarunum á lista C, sum eina álitisváttan.

– Tað at fjóðri hvør veljari í Sandoyar Kommunu atkvøddu fyri mær persónliga á seinasta býráðsvalinum – má verða ein váttan um at man er á rættari kós og at ein hevur undirtøku fyri tí arbeiði sum ein hevur gjørt í bygdarráðnum.

– Tí takið eg eisini brævið frá stillarunum sum eina álitisváttan.

– Men eg havi fráboða mína støðu og hon stendur við – fyribils í hvussu so er.

– Eg boðaði eisini frá at eg var sitandi so leingi sum kanningar vóru gjørdar um ivamálini, sum bygdaráðslimir høvdu ímóti mær og á fundinum mánakvøldið verða hesi málini lýst fyri bygdaráðnum av óvildigum pørtum.

– Hóast eg sum sagt kenni meg hava breiða undirtøku millum fólki í kommununi, so er neyðugt hjá einum borgarstjóra at hava møguleika at arbeiða í bygdarráðnum – og er tað ikki gjørligt í framtíðini, so er eingin orðsøk hjá mær at verða sitandi, sigur Páll á Reynatúgvu.

Innlendismálið viðmælir framferð borgarstjórans.
Norðlýsið hevur fingið innlit í svarskriv frá Innlendismálaráðnum, viðvíkjandi kæruni um gegni borgarstjórans tá viðgerð av játtan til dagstovn, har m.a. kona borgarstjórans arbeiðir og málið um tá setanarbrøkur borgarstjórans (lønarviðurskifti o.a.) vóru viðgjørd.

Í báðum førum sigur innlendismálaráði at borgarstjórin bar seg rætt at.

Um talan er um generella viðgerð av játtan til kommunalan stovn, t.d. um viðgerðin ikki hevur ávirkan á starvið ella lønarviðurskifti o.a., so er viðkomandi kommunustýrislimur ikki ógegnigur at verða við í viðgerðini av málinum……… sigur Innlendismálaráði í samband við játtanina til dagstovnin á Sandi.

Til næsta spurningin um hvørt borgarstjórin kann verða við til viðgerð av setanarbrøki (lønarviðurskifti o.a.) borgarstjórans, sigur Innlendismálaráði soleiðis:

Sambært § 6, stk. 2, 3. pkt., í kommunustýrislógini verður setanarbrøkur borgarstjórans ásettur í kommunustýrisskipanini til antin ½ ella 1/1. Talan er sostatt um at setanarbrøkurin skal ásetast, eins og borgarstjóri skal veljast. Valdir kommunustýrislimir eru ikki ógegnigir, tá talan er um val av borgarstjóra, og sitandi borgarstjóri kann heldur ikki verða ógegnigur, tá talan er um at viðgera setanarbrøk hansara grundað á, at hesin skal ásetast, sjálvt um borgarstjórin hevur – í øllum førum fíggjarligan – áhuga í avgerðini. Reglurnar um ógegni hava sostatt ikki týdning í hesum føri……..