Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gott lag á monnum á Stangabrúnni

John William Joensen

– Fiskiskapurin er góður og prísurin “okey” søgdu útróðrarmenn sum vit hittu á stangabrúnni seinrapartin.

Sum skilst so hava bátarnir fingið væl av fiski seinastu tíðina og tá vit vitjaðu á Stangabrúnni við myndatólinum seinrapartin var gott lag.

Søkin tók stampar umborð meðan Bragd legði at bryggju júst afturkomin frá fiskiskapið.

– Vit hava fingið væl av fiskið, men av tí at vit júst hava lagt um til eina skipan við línutragt umborð, skullu nakrar justeringar gerast fyri at fáa alt at rigga, sigur Aleksandur Joensen, reiðari á Bragd.

– Vit hava ikki longur egnarar á landið men rekja línuna og so verður hon engd sjávvirkandi í einari sokallari tragt.

– Fiskiskapurin er brúkiligur og somuleiðis prísurin og nú gleða vit okkum til aftur at sleppa at landa til Kósina.

Góður fiskiskapur
Teir um borð á Søkanum lata eisini sera væl at. Skiparin, Ólavur Poulsen, var hugagóður hóast hann var troyttur.

– Prísurin er í ordan og hevur ligið millum 14 til 16 krónur.

– Seinastu vikurnar hava vit fingið væl av fiski. Beint áðrenn streymurin gjørdist ov harður høvdu vit trýggjar sera góðar túrar .

– Onkur bátur hevur fingið upp til 48.000 pund um vikuna, so fiskiskapurin er í lagið, sigur hugagóði skiparin á Søkanum.
Sum skilst so hevur oktobermánaði oftað verið sindur svikaligur meðan fiskiskapurin vanliga er góður í november mánaða.

– Tað er altíð mest at fáa í advent, men í fjør var einki fiskað í desembermánaða tí prísurin var sera vánaligur, var sagt á Stangabrúnni.