Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Oddadystur í Runavík mikukvøldið

John William Joensen

Mikukvøldið verður spennandi hondbóltsdystur í høllini í Runavík, tá oddaliðini í bestu kvinnudeilini Tjaldur og Stjørnan bresta saman.

Tað hevur verið mett, at tað serliga verða Tjaldur og Stjørnan sum komu at mynda oddin í bestu deildini hjá kvinnum í hesum kappingarárinum. Enn er kappingin ung, men eftir gongdini higartil at døma, so er alt sum bendur á, at tað eins og seinasta kappingarár verða Tjaldur og Stjørnan sum fara at kappast um oddin. Liðini bæði hava higartil leikt tríggjar dystir, og hava bæði liðini fult stigatal.

Dysturin mikukvøldið er fyrsti dysturin millum hesi bæði liðini í hesum kappingarárinum, so talan verður um eina rættiliga styrkiroynd. Dysturin byrjar kl. 19:00.