Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Strandahagi vann

Oliver Joensen

Leygardagin var seyðasýning hildin fyri allar brundseyðir á Borðoynni. Úrslitið gjørdist, at Strandahagi vann bæði fyri vakrasta lambið og vakrasta veðrin umframt at verða besti hagin samanlagt

Líka síðani 1993 hevur seyðasýning verið annaðhvørt ár á Borðoynni. Fyriskiparar øll árini hava verið Andras Joensen, Krismar Andreasen og Heini Mohr. Seyðasýningin í ár var hildin í seyðahúsinum hjá Strandahaga, og nógvir spentir áskoðarar fylgdu við gjøgnum dagin. Áleið 110 seyðir vóru við á sýningini, so sigast má, at áhugin er stórur á Borðoynni.

Til slíka sýning eru teir flestu brundseyðinir lomb, men eisini nakrir veðrar verða settir við á hvørjum ári. Hesir verða dømdir hvør sær, soleiðis at steyp verður latið til vakrasta lambið og eisini verður steyp latið til vakrasta veðrin.
Nr 1 fyri lombini var Strandahagi. Eigari av lambinum var Heini Ósá. Hesin seyður hevði málini 20 cm um mjóðryggin og 85 cm um bringuna. Nr 2 gjørdist Miðhagin við seyði hjá Jákupi Skoradal. Hesin seyður hevði málini 18,5 cm um mjóðryggin og 84 cm um bringuna. Nr 3 gjørdist Depil fyri norðan. Eigari av tí lambinum var Leon Sólheyg. Hesin seyðurin hevði málini 17,5 cm um mjóðryggin og 81 cm um bringuna. Vakrasti veðrurin var úr Strandahaga og eigarin av honum var Hemming Syderbø. Veðrurin hevði málini 21,5 cm um mjóðryggin og 101 cm um bringuna.

Hugnakvøld
Um kvøldið var ein væleydnað veitsla á skránni og áleið 80-100 seyðaáhugað fólk vóru samlað til ræst kjøt. Á hesi veitslu bleiv eisini eitt ferðasteyp latið til vakrasta seyðin og heiðursbræv latið til vinnandi hagan. Tað var Petur Andreasen, røktingarmaður í Strandahaga, sum tók ímóti steypinum og heiðursbrævinum fyri bæði vinnandi seyðin og vinnandi hagan samanlagt. Hetta er 5. ferð, at Strandahagi vinnur ferðasteypið.

Sýnsmenn vóru Poul Samuelsen úr Vík og Eddie Joensen úr Kollafirði. Eftir ætlan verður seyðasýning aftur um 2 ár fyri brundseyðirnar á Borðoynni.