Um ætlanin hjá Derhard Olsen, presti, í morgunlestrinum í morgun var at forvirra fólk – so eydnaðist tað fullkomiliga
Á ein sera fløkjasligan hátt royndi Derhard Olsen, prestur, í morgun at greiða fólki frá at tað er eingin frelsuvissa – bara ein vón um at tað kanska er ein frelsuvissa – sum eingin álíkavæl kann kenna seg vissan í??????
Tað kendist sum ein lætti tá presturin at enda í lestrinum fór at biðja faðir vár – tí tað vóru einastu orðini sum skil var í og eg haldi ikki at eg geri ov nógv av tá eg sigið at tey mongu, sum lýddu á morgunlesturin stóðu eftir sum eitt stórt spurnartekin.
Frelsuvissan:
Jóhannes 3,16: Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Vit lesa umaftur í aðrari týðing:
Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.
Víðari lesa vit at:
Trúgv er full vissa um tað, sum vónað verður, sannføring um tað, sum ikki sæst. Hebr. 11,1
Her er ikki talan um nakað vissi vassi – men um greiða talu.
Ilt er at meta um hvat vissi-vassi lesturin hjá Derhard Olsen presti í morgun skuldi gera gott fyri, men hvat prestur ætlar við at sáa iva um orð Jóhannesar er stóri spurningurin.
John William Joensen




