Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eg eri púra paff

John William Joensen

– Hetta hevði eg als ikki roknað við, sigur ein ovurfegin Margee Dam, sum gjørdist stóri atkvøðuslúkurin á kirkjuráðsvalinum í Klaksvík

Við 179 atkvøðum gjørdis Margee Dam stóri atkvøðuslúkurin á kirkjuráðsvalinum í Klaksvík og tá vit hittu hana í telefonini fyri løtu síðan var hon púra paff.

– Eg má siga at eg gjørdist sera kløkk av at eg skuldi fáa so nógvar atkvøður – og tað eri eg sera takksom fyri.

Sum fyrst valdi í Kirkjuráðnum áliggur tað nú Margee at kallað kirkjuráði saman til fundar at skipað seg og spurd um hon verður formaður svarar Margee soleiðis:

– Eg noyðist fyrst at seta meg inn í lógir, reglugerðir og mannagongdir og sjálvandi fari eg við heilum hugað inn í arbeiði í kirkjuráðnum.

– Fái eg tilboð um at gerast formaður má eg sjálvandi umhugsað tann spurningin, men eg kann tó siga so mikið at formaðurin verður sjálvandi ein á listanum hjá okkum, sigur ein sera fegin Margee Dam

Harleywoodpaint