Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Forsetaskifti í FSF

John William Joensen

Tað tykist verða rættiliga greitt at nýggjur forseti skal veljast á aðalfundinum hjá FSF í februarmánaða og eitt gott boð er formaðurin í B36, Kristjan á Neystabø

Nógv av málunum sum forsetin persónliga hevur verið blandaður inn í fótbóltssambandinum eru framhaldandi óloyst.

Mál sum kunnu nevnast eru eitt nú finalan um løgmannsteypið, sum framhaldandi ikki er avgreidd og avroknað…………Málið um Hjalgrím Elttør har forsetin hevur bundið Fótbóltssambandi at gjalda NSÍ 60.000 krónur fyri at lata KÍ leikaraloyvi……Mouritsen málið sum í løtuni er til viðgerðar í FIFA …….

Eisini er ymiskt hvussu feløg er sloppin frá skyldum í samband við leikaraskifti og harafturat er málið um B68 áleyparan, sum fekk álagt karantenu frá aðanevndini – men sum forsetin tók í egnar hendur og munnliga boðaði B68 frá at felagði hevi rætt at brúka leikaran í dysti móti Víkingi.

Eftirfylgjandi er staðfest at forsetin fór út um sínar heimildir og at Keita tí var at roknað sum ólógligur leikari.

Kristjan á Neystbø nýggjur forseti?
Enn er tó einki uppskot komið á banan um ein møguligan avloysarar, men feløg sum Norðlýsið hevur tosað við meta at formaðurin í B36, Kristjan á Neystabø er eitt gott boð.

Sjálvur vísir B36 formaðurin hesum tíðindum frá sær.

– Tað sum vit hava arbeitt við í løtuni er at fáa enda á málinum um aðalskrivaran og hvat síðani skal henda er ikki nakað sum formennirnir yvirhøvur hava tosað um.

Kristjan á Neystabø vísir aftur at nakar skal hava vent sær til hann við fyrspurningi um at stillað upp til forsetavalið í FSF á aðalfundinum í febrarmánaða komandi ár.

Kristjan á Neystabø hevur annars drúgvar royndir frá felagsarbeiði og hevur í mong ár verið oddafiskur í B36 sum verður roknað sum eitt av stóru feløgunum í landinum.

At formennirnir samdust um at Kristjan á Neystabø skuldi verða talsmaður fyri feløgini í málinum um aðalskrivaran vísir eisini at Kristjan á Neystabø hevur stórt álit millum føroysku fótbóltsfeløgini.