Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Øll berjast móti øllum

John William Joensen

LEIÐARIN- NORÐLÝSIÐ: Ásannast má, at valdømisspurningurin framvegis hevur stóran áhuga millum føroyingar.

Javnan verður spurningurin havdur á lofti, bæði skrivliga og munnliga, og í seinastuni hava ymsar sera ólíkar metingar um fólksins vilja verið frammi í miðlunum, har summar kanska siga meira um trúvirðið hjá miðlunum enn nakað annað. Onkur vil vera við, at skúlar, stovnar og flestu teldurnar eru í Havn.

At mansevni enn finnast millum tingmenn prógvaði tjóðveldistinglimur, sum av sínum eintingum legði fram uppskot um setan av serfrøðinganevnd at kanna broytingarnar í vallógini, meðan aðalorðaskifti og eftirmeting av hesum kontroversiella máli skal takast á løgtingi, har týdningarmikla málið á sinni varð hastað ígjøgnum við heldur ivasamari motivatión.

Hóast uppskotið varð samtykt við 19 atkvøðum fyri, er líkt til, at landsstýriskvinnan í innlendis-og lógarmálum hevur sett seg tungliga at bøla málinum, og hóast rykkingar, er líkt til, at bíðitíðin hjá Føroya Løgtingi kann gerast drúgv. Higartil eru umberingarnar nógvar fyri ikki at ganga løgtingsins vilja á møti, og leggur landsstýriskvinnan m.a. dent á, at bíðast má eftir tøkari arbeiðsmegi, landstýrisins støðu, og so veit hon ikki rættiliga, hvat skal kannast. Hóast løgtingsins rættarnevnd fyri hálvum ári síðani metti, at rætta tíðin var komin at eftirmeta, so dittar óroynda landsstýriskvinnan sær kortini sjálv at meta, at ivasamt man vera, um til ber at gera eina meting so stutt eftir broytingarnar í vallógini.

Landsstýriskvinnan hevði ikki meir enn sett seg í sessin, tá hon lat skína ígjøgnum, at samgongusáttmálin ikki hevði stórvegis týdning í hennara verð. Hetta avdúkaði hon í sjónvarpssending saman við einum vælnøgdum og brosandi borgarstjóra í Suðurstreymi. Sostatt kann drúgva klekingartíðin á eftirmetingaregginum neyvan undra nakran, sjálvt um kósin tykist víkja munandi frá tí, flokkur hennara higartil hevur hildið í hesum máli. At Arbeiðsgevarafelagið og vinnuhúsið alment mótmæla, at vinnan ongan góðan eigur í landsins stýri, bendur møguliga eisini á, at flokkurin á fleiri økjum veruliga hevur broytt kós.

At landsstýriskvinnan innanfloks í mongum føri rør beint móti traditionellu støðu floksins, prógvaði hon ikki minst, tá hon herfyri setti “the grand old man”, fyrrverandi floksformann sín, upp á pláss í spurninginum um vælferð contra tunnlar, einum máli, ið sum kunnugt er tætt knýtt at broytingunum í vallógini.

Formaður Javnaðarfloksins staðfesti longu á landsfundi floksins á heysti 2008, at grundgevingin fyri einum valdømi helt ikki. Lokalpolitikkur var nú meira í fokus enn nakrantíð, segði hann, og politiskt bardust løgtingsfólk nú øll móti øllum. Nú kann so harafturat staðfestast, at onnur avleiðing av broytingin er, at eitt áður sterkt øki hjá Javnaðarflokkinum nú onki umboð eigur á løgtingi.

At fyrrverandi formaður Sambandsfloksins, ið breyt seg fram til skipanina við einum valdømi, ikki er heilt kaldur, tá um lokalpolitikk ræður, prógvar ætlanin um møguliga flyting av TAKS úr Eysturoynni til Klaksvíkar. Hann reistist so knappliga, at veruliga grundgevingin fyri broyting av vallógini støkk fram úr honum : Gevist við at flyta almennar stónar út um landið. Dupultmoralskur kann einoygdur, sentralistiskur politikkur eisini vera.

Flokkarnir vita, at atkvøður verða fluttar eisini í mun til støðutakan teirra til valdømisspurningin. Kappingin verður hørð millum : Javnaðarflokkin við áhugaverdum ætlanum fyri Norðoyggjar, Fólkaflokkin, ið møguliga hevur lagt nýggja landspolitiska kós, Sambandsflokkin, har ein eftir øllum at døma, tungtvigandi, fyrrverandi formaður í heilum kunngerð, hvussu landið skal rekast, og Tjóðveldi, har einstakur limur legði fram uppskotið til eftirmeting av og orðaskifti um broytingarnar í vallógini. Hesir skulu enn einaferð taka støðu til frælsi og fólkaræði fyri allar borgarar í landinum

Vónandi tekur landsstýriskvinnan sær um reiggj, so løgtingið fær høvi til at skifta orð um hetta óhepna stórmálið, ið fyri stórar partar av landinum er av alstórum týdningi at fáa aftur á beint.