Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggi Næraberg góðan fiskiskap

Oliver Joensen

Hóast hetta er fyrsti túrurin hjá Nærabergi í Kjølbro regi, hevur gingið væl hjá skipinum nú tað er komið til fiskiskap.

Hanus Hansen, stjóri sigur við Norðlýsið, at Næraberg er fyri stuttum komin á fiskileið, so enn er ov stutt fráliðið til at gera nakra niðurstøðu, men higartil hevur gingið væl. Skipið fekk 200 tons av góðari sild niður fyrsta dagin.
Upp á fyrispurning okkara hvar skipið fer at landa tá tíðin er komin til tað, sigur Hanus Hansen, at skipið fyrsta túrin fer til Hollands at leggja veiðuna upp.
Hetta kemst av, at alt er ikki komið upp á pláss enn, og eitthvørt skal broytast, men síðani er ætlanin at skipið skal leggja alla veiðu upp í Føroyum.