Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skótahús í Runavík

Oliver Joensen

Á tingfundinum í dag vórðu tvey broytingaruppskot framløgd av løgtingslimunum, Torbjørn Jacobsen Annitu á Fríðriksmørk, Bill Justinussen og Kára P. Højgaard.

Broytingaruppskotið til 3. viðgerð var til tingmál nr. 17/2009: Uppskot til eykajáttan fyri september 2009. 7.24.1 Ymsar útreiðslur 24.1.25 Ungdóms- og bygdarhús. Landstýriskvinnan í mentamálum vildi hava hesa konto strikaða, tí eingin umsókn skuldi vera. Upplýst er, at ein verkætlan fyriliggur, nevniliga ætlanirnar um at byggja skótahús í Runavík. Tekniski parturin er avgreiddur og bíðað verður nú eftir svari úr Mentamálaráðnum. Løgtingið samtykti uppskotið, og harvið er grundarlag nú fyri, at landsstýriskvinnan játtar stuðulsumsóknini.

Eitt annað uppskot frá somu uppskotstillarum um at veita 40 túsund krónur til landsjúkrahúsið, so laboratoriið í Runavík framhaldandi kann verða opið ein dag um vikuna bleiv afturtikið. Eftir langt og drúgt orðaskifti boðaði landstýrismaðurin til seinast frá, at laboratoriið í Runavík skuldi latast uppaftur komandi týsdag. Kári P. Højgaard, sum hevði heitt á tingfólk um at fáa eitt broytingaruppskot framlagt, bað um, at hetta uppskotið nú bleiv afturtikið, tí landstýrismaðurin hevði givið lyfti um, at málið varð loyst. Torbjørn Jacobsen boðaði síðan vegna uppskotstillararnar frá, at uppskotið var afturtikið.

Kári P. Højgaard
løgtingsmaður