Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kvøldseta á Føroya landsbókasavni

Oliver Joensen

Í sambandi við Norðurlendsku bókasavnsvikuna verður kvøldseta á Føroya landsbókasavni mánakvøldið 9. nov. við fyrilestrum, upplestri og tónleiki.

Norðurlendska bókasavnsvikan í ár snýr seg um evnið ”kríggj og frið í Norðurlondum”, og serliga verður dentur lagdur á merkisárið 1809, tá svenska ríkið fór í tvey, og Svøríki, sum vit kenna tað í dag, varð til, meðan Finnland bleiv eitt stórfúrstadømi undir tí russiska keisaranum.

Skrá:

• Zakarias Wang heldur fyrilestur um kríggj og frið í Norðurlond við heitinum ”1809 – árið sum broytti Norðurlond”.

• Niels Midjord og Petur Jacob Eliasen syngja og spæla.

• Turið Sigurðardóttir heldur fyrilestur um finska tjóðarskaldið Johan Ludvig Runeberg.

• Niels Midjord og Petur Jacob Eliasen syngja og spæla.

• Carl Jóhan Jensen lesur upp yrkingina Flaggberin Stál eftir Runeberg. Hanus Kamban hevur týtt til føroyskt.

• Kaffi/te og smákøkur.

Kvøldsetan byrjar kl. 19.00 og tað er ókeypis atgongd.