Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan tekur móti VB sunnudagin

John William Joensen

Tað verður toppur og botnur sum hittast, tá kvinnurnar hjá VB sunnudagin koma á vitjan hjá Stjørnuni. Unga liðið hjá VB hevur enn sín fyrsta sigur til góðar

Liðið hjá VB er nógv skert í mun til seinasta kappingarár. Fleiri av royndu leikarunum eru ikki við meira, nevnast kunnu m.a. Daiva Tuomaite, Gurið Mortensen, Laila Jespersen og málmaðurin Asta Armonaviciute. Liðið er nú mannað við ungum evnaríkum heimliðum leikarum, men royndirnar mangla. Hóast tær hava sín fyrsta sigur tilgóðar, so hevur tað gingið framá hjá teimum. Seinasta vikuskifti leiktu tær móti Neistanum. Hóast tær taptu, so gekk javnt á stóran part av dystinum.
Tað er onki at ivast í Stjørnan er favorittur til at vinna dystin. Dysturin byrjar kl. 15:00.

Durita Christoffersen aftur til Stjørnuna
Í seinastu viku frættist, at Durita Christoffersen, sum seinastu trí árini hevur leikt við Stjørnuni, men í hesum kappingarárinum ætlaði at leika við barndómsfelangum VÍF, flytur aftur til Stjørnuna. Durita byrjaði eisini at venja og leika við VÍF, men gongdin var ikki akkurát sum Durita hevði vóna. Sjálv sigur Durita, at seinastu trí árini í Stjørnuni hava verið ótrúliga góð. Hon hevur trivist væl, og følur seg heima í Stjørnuni. Eisini hevur hon fingið nógvar vinir í Klaksvík, hesi árini hon hevur verið í Klaksvík. Tað var m.a. ein av grundunum til, at hon tók avgerð um at flyta aftur til Stjørnuna.
Av tí at hon hevur leikt við VÍF, hevur hon karantenu í fýra dystir, áðrenn hon kann leika við Stjørnuni. Hon verður sostatt ikki við til dystin sunnudagin móti VB.
Tað er onki at ivast í, at Durita verður styrkur fyri Stjørnuna, og vit á Norðlýsinum ynskja henni væl afturkomna.