Harley
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Besti CO2-maðurin

Oliver Joensen

6 ára gamli Albert vann kappingina um besta CO2-mannafilmin, Albert gongur á barnagarðsstovu í Sandavági.

Landsstýriskvinnan í innlendismálum handaði í dag Albert Hansson Ravnsfjall diplom fyri besta CO2-mannafilmin um "radiatorin" og CO2-maðurin var fyrstur at ynskja honum tillukku.
Albert møtti saman við sínari barnagarðsstovu úr Sandavági úti í Tinganesi at taka ímóti vinninginum. CO2-maðurin var fyrstur at ynskja honum tillukku og síðani handaði Annika Olsen, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, tí hepna vinnaranum eitt diplom. Christian Nagata, stjóri á NEMA, handaði vinningin, sum var ein Apple fartelda og eitt Canon videotól frá City. Inn komu 6 stuttfilmar. Eingin ivi var um vinnaran, men javnt var millum hinar filmarnar. Nr. 2 bleiv filmurin um hamstraran og nr. 3 bleiv filmurin úr Æðuvík. Til bar hjá fólki at atkvøða um besta filmin á www.co2.fo til og við 31. oktober.

Harleyfacadeacryl