sigur Heri Mørkøre, landsapotekari, í viðmerking til at minni enn 20% av starvsfólkunum í Føroyska Heilsuverkinum hava tikið av tilboðnum um at lata seg vaksinera móti Influensu A (H1N1)
Heri Mørkøre, landsapotekari, greiður frá at Føroyar hava fingið tillutaði 4000 eindir av nógv umtalaðu vaksinuni móti Influensu A (H1N1) og eftir ætlan skulu tey sum eru í vandabólkum vaksinerast tvær ferðir. Vaksinatiónin byrjar í desember mánaða og eftir ætlan skuldu eisini starvsfólk innan føroyska heilsuverkið vaksinerast.
– Ferð sjúkan av álvara at herja kring oyggjarnar, sum vit framvegis roknað við at hon fer at gerða, so kann heilsuverkið fáa ein stóran trupuleika, sigur Heri Mørkøre.
– Tað kann í ringasta føri verða neyðugt at avbyrgja partar av sjúkrahúsunum har sjúklingar við Influensu A (H1N1) koma at liggja, men um starvsfólk, læknar og sjúkrasystar ikki eru vaksineraði – verður sera trupult at viðgerða sjúklingarnar.
– Tað sigur seg sjálvt at tá starvsfólk í heilsuverkinum ikki lata seg koppseta, so er hetta eitt sera vánaligt signal at senda almenninginum.
– Men hetta kemur ikki bak uppá meg, tí pressan hevur gjørt sera nógv burtur úr negativum søgum um nýggja koppingarevni.
– M.a. hevur verið ført fram at hon inniheldur kviksilvur, men tað í sjálvum sær er ikki nakar trupuleiki, tí hetta var vanligt í flest øllum koppingarevnum bara fyri nøkrum fáum árum síðan. Eisini hava søgur verið frammi í pressuni um fólk sum eru deyð ella sum skulu verða vorðin sjúk av koppingarevnunum – men har hesir tilburðirnir eru kannaðir hevur man ikki kunna staðfest at tað hevur havt nakað sum helst við koppingarevni at gerða.
– Men soleiðis fáa søgurnar sítt egna lív og tí eru fólk sera ivingarsom.
– Eg dugi bara ikki at síggja at ivin er grundaður tí allar fagligar tilráðingar siga at tað er rætt at lata seg koppseta móti sjúkuni – og tí er tað ein stórur trupuleiki at fólk innan heilsuverki ikki fylgja tilráðingini frá landslæknanum.




