Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Páskaferð til London við Alex Sólstein, Norðlýsinum & Atlantic Airways 2010: Tower of London

(Hannefía Joensen)

Tower eitt av størstu ferðamálunum í heiminum. Har eru millum annað øll krúnuregaliini, allir virðislutirnir, sum hoyra bretska kongshúsinum til, sanvaðir.

Hesin festningurin, sum liggur oman móti Themsen, varð bygdur av William the Conqueror beinanvegin eftir sigurin við Hastings 1066. Hann vildi hava eina sterka borg mótvegis angelsaksarunum, so hann bygdi tað, sum í dag verður nevnt The White Tower, liðugt umleið 1090. Síðani er bygt afturat hesum festningi, sum í langar tíðir var høvuðssæti hjá bretska konginum. Har varð bygdur stórur múrur um slottið, og í 13. øld fekk Tower núverandi støddina, men onkrar umbyggingar hava verið síðani.

Tower hevur verið sæti fyri nógvum óhugnaligum hendingum. Har eru fólk avrættað, eru pínd og hungrað í hel. Millum annað vórðu tvær av drotningunum hjá Henrikki áttanda, Ann Boleyn og Katharine Howard hálshøgdar har, og enn verður øksin, sum møguliga varð nýtt tá,víst fram her. Katolikkurin Guy Fawkes, sum ætlaði at spreingja parlamentið í luftina, við kongi og allari protestantisku elituni í 1606, varð settur í Tower og píndur og doyði har sama árið. Kendi varamaður Hitlers, Rudolf Hess, sat fangi her frá 1941 til 45, síðani sat hann í Spandau til hann doyði.

Í dag er Tower eitt av størstu ferðamálunum í heiminum. Har eru millum annað øll krúnuregaliini, allir virðislutirnir, sum hoyra bretska kongshúsinum til, sanvaðir. Tú sleppur at ganga rundan um teir og síggja teir, men sleppur ikki at steðga. Har finst millum annað størsti diamanturin í heiminum, Koh-i-Noor, stavandi úr India.

Tá tú kemur inn í Tower, verður tú móttikin av the Beefeaters, soldátar klæddir í búrnar frá 15. øld. Teir hava tvær uppgávur, at ansa eftir Tower og fara á hvørjum árið  tann 5. november at vita, um okkurt óregluligt er undir Parlamentinum. Hetta verður gjørt síðani Guy Fawkes á sinni hevði borið 30 tunnur av krútið undir parlamentið.

Eisini skulu teir ansa eftir, at ravnarnir, sum eru har í borgini, ikki rýma, tí so er søgn, at fara teir, so verður endi á bretska kongsveldinum.