Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trygvi Guttesen roynir at flyta fokus

Oliver Joensen

Ein av gomlu og trúgvu bakkunum í sambandsverjuni Trygvi Guttesen hevur grein um, at Javnaðarflokkurin er í tvístøðu, tá tað snýr seg um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark.

Eg og ivaleyst mong við mær vita, hví ein slík grein kemur beint nú. Hetta er einki annað enn ein roynd at flyta fokus frá okkara veruligu trupulleikum. Ríkisrættarliga støðan er so ikki nakar trupulleiki, so vítt eg skilji støðuna..

At ríkisrættarliga støðan millum Føroyar við Danmark ikki er nevnd í okkara samtykt frá landsfundinum, er væl besta tekin um, at vit hava havt ein góða landsfund við tí rætta innihaldinum. Ríkisrættarliga støðan er ikki eitt mál, sum vit í javnaðarumhvørvinum brúka so drúgva tíð uppá. Vit hava onnur og munandi meira týdningarmikil mál at viðgera, enn um vit skulu loysa ella knýta okkum fastari at dønum. Tað málið kunnu Tjóðveldi og Sambandsflokkurin undirhalda okkum við eina aðru ferð. Vit hava annað at brúka tiðina til.

Tá Trygvi Guttesen nevnir, at tað er bara tveir flokkar, sum hava markantar støður í hasum spurninginum um loysing og samband, so hevur hann ivaleyst rætt. Men um hetta gerst einasta politiska innihaldið, so er soðið tunt.

Vert er at geva gætur, at undanfarna ABC-samgonga, sum eg var løgmaður fyri, loysti hatta málið fyri framtíðina. Her er einki at klandrast um longur, tí Yvirtøkulógin gevur okkum føroyingum fulla heimildir til at fremja tær yvirtøkur, sum vit vilja. Dømi um hetta var tingfundurin í hesi vikuni, har ein sambandsløgmaður legði uppskot fram um at fremja yvirtøkur við heimild í hesi somu lóg.

So Trygvi Guttesen, at vit í Javnaðarflokkinum ikki gera so nógv burtur úr hasum meira enn 100 ára gamla klandursmálinum, so er tað tí, at vit ikki duga at síggja, at tað eigur at fylla so nógv. Vit hava sera trupul mál at loysa í samfelagnum, her og nú, bæði hvat framtíðar vælferð og búskapi viðvíkur. Tað er vánaligt politiskt handalag nú at flyta fokus frá hesum málum til eitt mál, sum als ikki hevur nakran sum helst týdning fyri okkara støðu.

Latum okkum brúka politiska orkuna rætt.

Vinarliga

Jóannes Eidesgaard