Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan vann lættliga á Neistanum

Oliver Joensen

Roknað var við einum tøttum dysti, nú nr. 2 og 3 í fremstu kvinnudeildini í hondbólti hjá kvinnum hittust, men so var ikki.

Stjørnan legði hart út, og vísti beinanvegin hvar skápið skuldi standa, tí Stjørnan kom á odda við fimm málum, áðrenn Neistin megnaði at skora.
Hálvleiksstøðan gjørdist 15-9.
Venjarin hjá Stjørnuni valdi so at taka sær av løttum og gav yngri spælarunum góða leikrúmd og megnaði Stjørnan at vinna dystin við 26 málum ímóti 20. Um Stjørnan hevði leikt við sterkastu uppstilling alla tíðina, kundi sigurin verið enn størri.