Kaj Leo Jóhannesen, løgmaður, John Jóhannesen, formaður í tingbólki Javnaðarflokksins, Edmund Joensen, fólkatingslimir og aðrir góðir menn atkvøddu allir fyri Sandoyartunnlinum, men nú eru tað bráddliga onnur mál sum verða raðfest í løgtinginum
Ein meiriluti av núverandi tinglimum, sum sótu í løgtinginum í undanfarna valskeiði, atkvøddu fyri Sandoyartunnlinum tá atkvøtt varð við triðju viðgerð av málinum um Sandoyartunnilin tann 5. desember 2007.
Ikki er løgið at ófriður valdar í løgtinginum – tí síðan føroyar gjørdust til eitt valdømið tykist sum um at hvør tinglimur ræður sær sjálvum.
Persónlig hugskot og meiningar seta dagsskránna í politiska orðaskiftinum.
Men hvør var tað so sum í desember 2007 samtyktu eina lóg um Sandoyartunnil:
Teir sum atkvøddu fyri vóru:
Alfred Olsen
Andreas Petersen
Anfinn Kallsberg
Bill Justinussen
Edmund Joensen
Finnur Helmsdal
Gerhard Lognberg
Heidi Petersen
Henrik Old
Ingi Olsen
Jenis av Rana
Johan Dahl
John Johannessen
Jørgen Niclasen
Kaj Leo Johannesen
Karsten Hansen
Kjartan Joensen
Kristian Magnussen
Marjus Dam
Óli Breckmann
Páll á Reynatúgvu
Poul Michelsen
Sverre Midjord.
Tey sum atkvøddu ímóti vóru:
Kári P. Højgaard
Olav Enomoto
Tórbjørn Jacobsen (atkvøddi fyri undir 2. viðgerð)
Tingið var ikki fullmannað hendan dagin tí 29 tinglimir luttókku í atkvøðugreiðsluni
Nevnast kann eisini at Anita á Fríðriksmørk, Hergeir Nielsen og Lisbeth L. Petersen atkvøddu blankt.




