Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skálaberg seldur til Argentina

John William Joensen

TÍÐINDASKRIV FRÁ JFK-TROL: Nú JFK fekk eitt gott tilboð upp á Skálaberg, so varð tikið av. Skipið var bygt fyri 180 mió. kr. fyri góðum 6 árum síðan, og var boðið slakar 200 mió kr. Hetta er umleið 20 mió. kr meira enn, hvat skipið varð bygt fyri.

Skipið er stórt og dýrt til tað fiskarí og framleiðslu, sum skipið ger. Tað er ein sannroynd, at minni og eldri skip hava eitt nógv størri avlop, enn tað er gjørligt at fáa við Skálaberg. Tí hevur reiðaríð í hyggju at útvega annað og meira hóskandi skip. 

Ætlanin við skipinum var at framleiða meira umborð. Arbeitt varð við hesum fyrstu tíðina, men úrslitið var ikki gott nokk. Heilt einfalt, so eru sáttmálaviðurskiftini ikki liðilig nokk til at fáa forrætning í slíkt. 

Avgerandi fyri støðutakanina hevur eisini verið óvissan um kvotuviðurskiftini í Barentshavinum, nú svartkjafturin er minkaður so nógv, samstundis sum sera stór ósemja er um makrelin. Felagið metir tað ov váðið at vera so fíggjarliga bundin, um tilverugrundarlagið verður broytt munandi skeiva vegin. 

Tingast verður um keyp av øðrum skipi, og roknað verður við, at hetta er avgreitt innan stutta tíð. Eingin verður tí sagdur úr starvi.

Hanus Hansen, stjóri JFK