Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útsøla av kristiligum bókum

Oliver Joensen

Stór útsøla við kristiligum bókum verður leygardagin 21. november í Badmintonhøllini í Klaksvík.

Leirkerið og Døggin hava givið nógvar bøkur út hesi seinastu mongu árini, og tað eru tær bøkurnar, sum verða til sølu. Her ímillum, ber til at ogna sær bæði forkunnugar og spennandi bøkur, sum eru um at verða útseldar. Bøkurnar eru til allar aldusbólkar. Tað ber tíðanverri ikki til at gjalda við kortið.

Vinningurin av søluni fer óskerdur til at byggja eitt barnaheim í India. Tað er Grace Home Ministry í India, sum stendur fyri hesari verkætlan. Meira fæst at vita um hesa verkætlan á heimasíðuni www.heimindia.dk.

Øll, sum koma til útsøluna, fáa eina bók ókeypis.

Forløgini Leirkerið og Døggin