Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sigrarnir og søgurnar

John William Joensen

Tá ið nýggja KÍ søgan – Bóltspøl millum Klakk & Kjøl KÍ 1904-1954 – fríggjakvøldið varð løgd fram í Norðoya Sparikassa, handaði Eyðfinn Reyðberg, stjóri í sparikassanum, KÍ gávu. Eftir tað hevði Jóannes Hansen, næstformaður í nevndini í Norðoya Sparikassa, rektari á Føroya Læraraskúla og í mong ár ítróttarskrivari á Sosialinum, hesar hugleiðingar.

———————-

Háttvirda samkoma og góðu KÍ viðhaldsfólk!

Eg eri fegin um at hava fingið áheitan um at siga nøkur orð her í kvøld, nú fyrsta bindið av KÍ søguni er lagt fram.

Sunnudagurin 12. juni 1966 var góður hjá KÍ. Henda dagin var landskappingardystur á plenuni móti HB, sum í tey trý árini frammanundan hevði vunnið FM heitið. KÍ vann 2-1. Í hálvleikinum var 2-0. Málini hjá KÍ skoraðu John Sigurd Joensen og Steinbjørn Jacobsen. Tað hjá Steinbjørn var brotsspark. Serliga væl minnist eg málið, sum John Sigurd skoraði til 2-0. Tað var ímóti vestara málinum ella “niðaneftir”, sum vit plagdu at siga.

Soleiðis sum eg minnist tað, so royndi John Sigurd seg av brotsteigarmarkinum. Bólturin brast í tvørtræið, sum tá var úr orduligum træi, áðrenn bólturin legði seg í tjúkku netmeskarnar. Tá var netið úr trivaligum troltilfari.

2. hálvleikur var fýra minuttir gamalur, tá ið høgri vongur hjá HB, Karl Persson, minkaði um munin til 2-1. Men tað málið var offside. Tað skrivaði Norðlýsið!

Við hesum sigrinum á trífalda meistaraliðnum hjá HB var grundarsteinurin lagdur undir fimm ára FM røðina hjá KÍ, sum jú var frá 1966 og til 1970. Hetta tíðarskeiðið fara vit at frætta meiri um, tá ið 2. bind av KÍ søguni fer at koma út. Vónandi verður tað um ikki so langa tíð. Høvundurin og eg havi fyri løtu síðani koyrt saman frá Læraraskúlanum og norður higar. Hann visti at siga, at tilfarið er fingið til høldar.

Tað manglar bara at verða hølvað og pussað og at verða latið í myndaligan ham. Sum eg havi skilt tað, so er ætlanin, at sølan av fyrsta bindi, sum vit í dag fagna, skal verða fíggjarliga grundarlagið undir 2. bindi.

Eftir at hava lisið Bóltspøl millum Klakk & Kjøl KÍ 1904-1954, so eri eg ikki í iva í, at henda bókin fer at ganga sum heitt breyð. Tær 332 síðurnar eru væl disponeraðar í 8 tíðarskeið, sum hvørt á sín hátt er sermerkt. Nágreiniligt kanningararbeiði liggur aftanfyri, og tað er hugaligt, at tað hevur eydnast Árna at finna myndir av øllum teimum, sum hesa hálvu øldina vóru við til at manna nevndina.

Men hvat var tað, sum gjørdi, at hesin sunnudagurin 12. juni í 1966 stendur so klárur í huganum á KÍ fjeppara, sum tá var knappliga ellivu ára gamal?

Serliga væl minnist eg, at Mikkjal Joensen, Mikkjal hjá Karl í Norðurstovu, stóð við “niðara endan” ella við eystara endan, har vøllurin helti eitt sindur oman ímóti hjørninum frammanfyri húsinu hjá Sámali Johannesen ella Sámal hjá Monu, sum svínoyingar søgdu. Tað eru tey ovaru húsini av teimum báðum hjá Petru og Magnusi Joensen ella Magnusi hjá Kaju, sum vit plagdu at siga. Mikkjal hevði filmsupptakara við sær henda dagin. 8 millimetrar. Longdin á spolanum mundi vera einar átta minuttir, og eg minnist, hvussu fyrndarglaður Mikkjal var, tí hann hevði filmað, tá ið John Sigurd skoraði: Eg fekk hann í kassan! Tað mundi taka einar tvær ella tríggjar vikur at fáa filmin framkallaðan.

Spurningurin er, hvussu dygdin hevur verið, tá ið filmurin kom aftur úr Danmark og niðan í Gerðar: fjarstøðan frá Mikkjali og til málið var omanfyri 100 metrar!

Nú rennur mær til hugs, at havnarmenn ivaleyst vunnu lutakastið undan dystarbyrjan henda dagin. Tað var altíð soleiðis – og eg haldi, at tað framvegis er soleiðis – at tá ið KÍ vann lutakastið, so valdu teir altíð at spæla “omaneftir” í 1. hálvleiki og “niðaneftir” í 2. hálvleiki. Teir kendu seg meiri heima í brotsteiginum frammanfyri “ovara málið”, tí tað var har, at teir fyri tað mesta hildu til, tá ið teir vandu. Nú eri eg ikki so nógv í Klaksvík, tá ið KÍ venur, men eg haldi meg hava skilt, at tað framvegis er soleiðis, at tað er í vestara enda, at tað mesta gongur fyri seg undir venjing.

Mikkjal býr í barnaheiminum í Norðurstovu. Sambært Árna Dahl var Mikkjal í 1950 á dreingjaliðnum í øðrum av tveimum dystum, og í 1951 var hann við í báðum dystunum, sum dreingjaliðið spældi. At leikarahagtølini eru lutfalsliga nágreinilig í bókini kemst av, at John Reid viðmerkti hetta í søgubókini, sum hann førdi í nógv ár. Hetta er sera áhugavert!

Miðskeiðis í seksti árunum vóru fleiri filmsupptakarar komnir í bygdina. Í fimmti árunum vóru upptakararnir færri, og tey, sum dámdu at síggja filmar, høvdu møguleikan hjá Bernhardi Brim í Atlantis Bio. Men Árni veit at siga, at John Reid helt ikki so nógv um at hyggja eftir filmum. Í røðu á felagsfundi 24. september 1952 endurgevur hann í søgubókini seg sjálvan fyri at hava tikið soleiðis til orðanna:
“Formaðurin minti í síni røðu á, at tað galt almikið um, at vit bøttu um okkara felagsanda, sum var so illa farin av hesi ísakøldu tíðini, og sum verður illa tægaður og týndur av teimum ovurhonds nógvu og innantómu kvikmyndum, sum hava – á nógvum ungmonnum – heilt valdið. Úrslitið verður hareftir: ein mergsogin ungdómur.” Hetta var skoðsmálið um filmar í 1952. Hvat mundi hann nú sagt, gamli formaðurin?

Tá ið fáir filmar og einki sjónvarp vóru, so vóru idolini teir, sum gingu ímillum okkara. Bókasavnið var júst her, sum vit eru savnað í kvøld – í norðara enda í Sparikassanum. Her sótu vit og lósu í 50 ára minningarritinum hjá KÍ og John Reid. Vit løgdu serliga til merkis myndirnar av øllum meistaraliðunum. John Reid skrivaði, sum vit minnast, at bara hann skrivaði, og serliga sum tað leið fram ímóti 1954, sum jú var 50 ára føðingardagurin hjá KÍ, og harvið útgávuárið av minnisritinum, so skrivaði hann ikki altíð so nágreiniliga. Tað var ikki neyðugt, tí tað nýggja mintust jú øll. Men vit heftu okkum við myndirnar, og harvið vistu vit, at Sakaris á Reyðhúsi og Mourits hjá Oyra Kristoffuri vóru brandar úti á vøllinum. Árni veit eisini at siga, at teir vórðu báðir valdir í nevndina í 1947.

Serliga merkisvert er tað, at tað tey fyrru árini vóru nógvir blaðungir nevndarlimir. Seinnapartin í dag havi eg eitt nú saman við Árna Dahl verið til samkomu á Læraraskúlanum, har nýggja spælið Orðálvur varð lagt fram. Í tí sambandi nevndi Jonhard Mikkelsen í fínari røðu, at tað í dag eru 190 ár síðani, at V. U. Hammershaimb varð føddur, og at tað er rættuliga merkisvert, at hann bara var 27 ára gamalur, tá ið hann gav okkum skriftmálið!

Havnarmaðurin Harald Haraldsen var fyrsti KÍ formaðurin. Hann var 24 ára gamal, tá ið felagið varð stovnað, og hann varð valdur til formann. Tá ið hann varð valdur til fyrsta formann í KÍ, var hann vrakari og starvaðist við Klaksvíkshandilin, veit Árni at siga, og hann leggur aftrat, at árið eftir varð hann ikki afturvaldur, ivaleyst tí hann var fluttur aftur til Havnar. Longu í 1926 andaðist Haraldur, sum vit fáa at vita var abbi at Heðini og Tórbirni Mikkelsen. Teir vóru í síni tíð óførir ítróttarmenn, sum umboðaðu B36 og Kyndil.

Næsti formaðurin gjørdist heldur ikki serliga gamal. Urbanus Frederik Joensen, sum var beiggi Óla í Skúla og harvið abbabeiggi Álvur Klakk, var formaður í tíðarskeiðnum 1905-1914. Hann var føddur í 1885 og sostatt 20 ára gamal, tá ið hann varð valdur til formann. Formanssessin røkti hann, inntil hann doyði av sjúku í 1914. Tá var hann 29 ára gamal. Umframt at vera formaður í KÍ, hevði Urbanus handil, og hann reiddi skip út. Árni sigur, at tað var hesin annar formaðurin í KÍ, sum bygdi handilshúsini í Víkunum, har dagtilhaldið nú er, og har tað fyrr í tíðini var hotel, og har SEV og kommunuskrivstovan í síni tíð vóru.

Fína yvirlitið hjá Árna sigur, at triði formaðurin í felagnum livdi longri enn teir báðir fyrstu. Hann var bara formaður í 1914, og hann æt Joen Fr. Joensen – seinni kendur sum Kjølbro!

Fjórði formaðurin var Karl Joensen ella Karl í Norðurstovu, pápi Mikkjal kjøthandlaran, sum eg nevndi í áðni. Tað vil siga, at nú var talan um triðja gerðamannin á rað, sum var formaður! Karl var formaður í 1915, tá ið felagið fyrst og fremst var vorðið fótbóltsfelag, eftir at tennis, frælsur ítróttur, fimleiður og krokk og eisini skjóting tey fyrstu árini høvdu verið fremri. Karl var føddur 26. november í 1894, og hann doyði í februar 1969. Eg minnist hann ikki annað enn sum “gamlan” mann, hóast hann bara var 74 ára gamalur, tá ið hann doyði. Hann búði í Norðurstovu í Gerðum, og í knæbuksum og troyggju og á súkkluni – ofta leiddi hann hana – plagdi hann at koma norður á Heygar og Gerðareið, har hann vitjaði dóttrina Elly, og har hann fór inn í handilin hjá yngra beiggjanum – Jógvani Højbro.

Søgan, sum var orsøkin til, at vit høvdu serliga virðing fyri Karl í Norðurstovu, er í nýggja minningarritinum. Karl var virkin ítróttarmaður, inntil hann var farin forbí tey 40 ella fram ímóti 2. heimsbardaga. Hann var fínur málverji, og tað var 3. juni í 1928, at hann var við til at skriva KÍ søgu. Henda sunnudagin vann KÍ fyri fyrstu ferð á HB í Gundadali.

Karl í Norðurstovu var tá 34 ára gamalur. Tá kundi 34 ár kanska kennast nakað gamalt fyri fótbóltsspælara at vera. Nú kenna vit nógv dømi um, at málverjar eru eldri enn so – tak eitt nú 40 ára gamla Jákup Mikkelsen! – men aldur var ikki fallin á Karl. Hann vardi KÍ málið so væl henda dagin í Gundadali, at hann fekk navnið Hurðin! Tað var ikki eiti á navni hjá málverja at fáa.

Árni sigur eisini søguna um, hvussu ein annar Karl kom í KÍ málið at standa. Eg hugsi her um Karl Isaksen ella Karl málmannin, sum vit nevndu hann. Karl er føddur í 1930, tá ið Karl í Norðurstovu framvegis var í KÍ málinum.

Í smádreingja hugaheimi fyrst í sekti árunum hevði Karl málmaðurin altíð staðið millum stólparnar. Árni sigur okkum, at Karl spældi við bóltfelagnum hjá víkadreingjum, sum nevndist B47. Ein dagin, tá ið hann var komin heim á plenuna at hyggja at fótbóltsdysti, manglaði ein málmaður.

Karl fór í málið, og har var hann standandi inntil 1964!

John Reid visti eitt sindur at siga um Sniálv Jacobsen, sum hevði spælt í Keypmannahavn og lyfti KÍ spælið upp, tá ið hann kom aftur til Klaksvíkar. Frá Árna Dahl fáa vit meiri nágreiniligt at vita um Sniolv, sum var sonur Jakku á Dalinum og flutti til Danmarkar beint eftir at fyrra kríggj var lokið. Hann kom aftur í 1927, og tá varð fótbóltsspælið lyft upp á hægri støði. Harvið varð eitt sindur av lívi kveikt í felagið, sum ikki hevði verið væl fyri.

Árni greiðir eisini frá um, tá ið Sofus Mikkelsen, Sofus hjá Trinu, kom úr Keypmannahavn, har hann hevði lært til elektrikara, og har hann hevði spælt við B93. Hetta var fyri kríggið, og tað er einki at ivast í, at Sofus var við til at lyfta spælið og at fyrireika KÍ til landskappingina, sum tað varð farið undir í 1942, og sum KÍ vann hetta fyrsta árið. Tveir teirra, sum vóru við ta ferðina, siga frá í bókini. Teir eru Jonhard Larsen og Emil Mikkelsen. Símun Waag Høgnesen, sum var við í 1945, tá ið KÍ vann FM fyri aðru ferð, greiðir eisini frá í bókini, og hann hevur latið fleiri áhugaverdar myndir. Símun var bara 18 ára gamal, tá ið hann í 1944 varð valdur í nevndina. Teir tríggir sita allir í fremstu røð her í kvøld.

Tað eru ikki stundir at fara út í æsir. Okkurt skal vera eftir at lesa um. Upplýsingarnir eru nógvir og áhugaverdir. Tað eiga teir at vera, tá ið Finn Kjølbro – mín google her í Klaksvík! – og Freydis Poulsen hava verið við til at stuðla í navnatilfarinum, og tá ið so søgufróðir menn sum Alex Sólstein og Ove Frederiksen eisini hava sagt frá.

Eitt nú verður sagt frá, hvussu tað fekk við tennisspælinum hjá Franklin Ziska og svágri hansara, Hákuni Djurhuus, og hvussu kvinnuhondbólturin birtist í 30unum og blómaði undir krígnum, tá ið Stjørnan var meistari. Eg síggi, at onkrar av teimum, sum vóru við tá, eru her í kvøld: Mathilda Poulsen, Amanda Hansen, Nancy Mikkelsen, Karin Joensen og Ella Petersen.

KÍ viðhaldsfólk vita, at 50ini vóru glæsiligt tíðarskeið hjá KÍ. Fyrsta bind av KÍ søguni verður rundað av við fyrstu ferðini, at KÍ vann trý FM á rað. Tað var í 1954. Í minnisritinum hjá John Reid verður sagt, at høvuðsorsøkin til, at KÍ ikki varð meistari í 1955 var, at ólag kom á orsaka av doktarastríðnum. Í næsta bindi fer Árni at leggja fyri við at greiða frá, hvussu tað bar til, at KÍ eisini vann FM í 1956, 1957 og 1958. Í dag kunnu vit hyggja aftur á og rokna út, at um doktarastríðið ikki hevði havt verið, so kundi tað væl havt verið soleiðis í fimmti árunum, at KÍ var meistari øll árini frá 1952 og fram til 1958! Men seks meistaraheiti í sjey ár var heldur ikki at kimsa at!

Ein av dugnaligu og reflekterandi spælarunum seinnapartin av fjøruti árunum og fyrra partin av fimmti árunum var Hans Andreas Jacobsen ella Hansi, sum vinstri bakkurin varð nevndur. Ein góðan leygardag fyrst í áttati árunum stóðu vit báðir og prátaðu fram á girðingina, meðan næstbesta liðið hjá KÍ spældi landskappingardyst. Tá helt Hansi fyri, at tað var undarligt, at havnarmenn ikki vóru meistarar hvørt einasta ár í fimmti árunum. Eg spurdi, hví hann segði soleiðis. Hansi svaraði, at tað var tí, at havnarmenn høvdu so nógv betri umstøður, enn klaksvíkingar høvdu tað. Teir vóru heimamenn, og teir høvdu fast arbeiði eftir klokkuni og harvið høvdu teir frí hvørt kvøld. Tí høvdu teir betri umstøður at venja enn vit høvdu. Fleiri okkara vóru sjómenn, og aðrir arbeiddu fiskaarbeiði. Tað kravdi sín mann, inntil setningurin var avgreiddur, og tí var tað ikki altíð liðugt til venjingartíð, segði Hansi, og so lýsti hann umstøðurnar við hesari hendingini, sum kanska var í 1952, tá ið KÍ varð meistari fyri triðju ferð. Eg veit ikki um søgan púra neyvt var henda, men soleiðis minnist eg hana:

Vit skuldu suður á Tvøroyri at spæla. Nøddi (pápi okkara góða landsliðsmálverja) var góður vinstri vongur, men hann var á útróðri við Ørvi, sum Poul Jacob á Dalinum førdi. Teir høvdu verið burturi fyri vikuna á Munkagrunninum. John Reid vildi so ógvuliga fegin hava Nødda at spæla við á Sevmýri. Vit fóru seinnapartin leygardagin suður við Eysturhøvda.

Áðrenn vit fóru, var John Reid uppi á Vágsheygnum hjá mammu Nødda, Trinu, eftir taskuni við fótbóltsútgerðini hjá Nødda. Tá ið vit komu suður undir Lítlu Dímun, møttu vit Ørvi. Veðrið var gott, og vit løgdu so tætt ímóti hvørjum øðrum, at tað bar Nødda til at leypa umborð til okkara. Hann spældi við á Sevmýri. Nøddi var bæði raskur og góður spælari, men eg havi ofta hugsað um tað, at hann mundi vera nakað beindovin og úttúraður, eftir at hann hevði verið á útrórði í eina viku. Soleiðis livdu havnarmenninir ikki, helt Hans Andreas Jacobsen, sáli, fyri.

Um hetta var í 1952, so kann eg leggja afturat, at TB vann henda dystin á Sevmýri 4-2, men KÍ vann FM.

Hetta, at liðið eisini dúvaði upp á útróðrarmenn og fiskimenn sæst væl aftur í bókini. Okkurt árið vóru teir omanfyri tjúgu, sum mannaðu liðið. Tað var neyðugt at skifta út. Ikki tí spælararnir so ofta vóru skaddir ella leikbannaðir, men tí teir vóru burturi.

Hetta var ein av nógvum søgum um fótbólt og eisini hondbólt hjá KÍ og Stjørnuni. Onkrar eru við í hesi bókini,og eg veit, at tað heilt víst fara at vera fleiri í næstu bókini, sum vónandi verður veruleiki um ikki so langa tíð. Eg havi so ofta hoyrt eldri spælarar greiða frá um søgur og hendingar, og henda bókin fer heilt víst at birta uppundir, at tað fer at verða tosað og fortalt, og harvið verða fyritreytirnar hjá Árna uppaftur betri í næsta bindi at fáa sumt við av tí, sum er rundanum sjálva felagssøguna.

At enda nøkur orð um høvundan:

Árni Dahl og eg eru starvsfelagar. Hann er níggju ár eldri enn eg, so tað árið, tá ið eg fór í skúla, gekk hann síðsta árið í skúlanum. Eg minnist hann í skúlanum, tí vit vóru jú grannar á Gerðareiði. Tá ið hann var lærari í Klaksvík 1969-70 vóru vit fótbóltsfjepparar onkuntíð og læntu fótbóltsbøkur frá honum. Marianna og hann búðu í húsunum hjá Lýðuri Lydersen uppi í Gerðum, og hann átti bøkur, sum vit ikki høvdu møguleika fyri at lesa nakra aðra staðni.

Tá ið Árni í 1964 fór á læraraskúla og fór at skriva ítróttarteigin í Dimmalætting, so var hetta nýskapan í føroyskari ítóttarskriving. Árni segði okkum frá um KÍ og hini feløgini í fótbólti, hondbólti og øðrum ítrótti heima á landi, og hann fylgdi væl við í enskum fótbólti og ikki minst vetrarítróttargreinunum skíing og skoyting – eitt nú um norska Fred A. Maier og hollendska Ard Schenk!

Á lærarastovuni á Læraraskúlanum verður viðhvørt prátað um ítrótt, og tá er tað so skjótt, at klaksvíkingarnir fara at tosa um KÍ. Tá plagi eg onkuntíð at minna Árna á ítróttaavrik hansara. Hann hevði fínt bólteygað, og upp í sjeyti árini var hann fínur flogbóltsspælari. Eg minnist, tá ið hann í 1963 í gomlu fimleikarahøllini vann FM í einmansleiki í borðtennis.

Hann umboðaði borðtennisfelagið í Klaksvík, sum nevndist Glæman. Finalan var ímóti Poul Michelsen. Árni vann fyrra settið trivaliga. Í øðrum setti stóð meiri á, men tað eydnaðist Árna at vinna á Poul, sum annars vann fleiri FM í borðtennis og seinni eina rúgvu av FM í badminton. Hesa løtuna í fimleikarahøllini var fagnaðurin stórur millum klaksvíkingar.

Teir í Glæmuni høvdu fingið Óla Dahl at handa steypið til meistaran, og sjálvandi smakkaði tað væl hjá honum, at tað var soninum, sum hann handaði steypið. Árna hjá Binu og Óla Dahl!

Í bókini hevur Árni fínt hagtalsyvirlit. Sjálvandi fer hann at halda fram við tí í næsta bindi, tá ið vit eitt nú fara at fáa møguleika at lesa um sunnudagin 12. juni 1966, sum vit vóru inni á í innganginum, og ikki minst um sunnudagin 3. september 1972, tá ið ein rúgva av útróðrarbátum vóru í Havn saman við Pride og Viðoy, sum tá hevði skift navn til Føroya Bjór. Vit vóru øll eygnavitni til, at KÍ vann FM.

Tá ið Árni fer at koma til 1962 og fer at greiða frá landskappingini í dreingjadeildini verður hann innhabilur.

Hann var høgri bakkur, og hinir á tí liðnum, sum varð meistari, vóru Páll Sigmund Sørensen, sum var málverji, Karl Gudmund Henriksen, Hanus Hansen, sáli, hjá John í Sundi, Sigbjørn Ellingsgaard, Petur Ove Eliasen, Hanni beiggi og John Sigurd Joensen, Sørmund Olsen, Jógvan Páll á Reyðhúsi, sáli, Anker Bjartalíð og Anfinn Kallsberg.

Mínar royndir á vølli vóru fáar og smáar. Evnini vóru ikki til tað, hóast eg slapp at vera við á dreingjaliðnum hjá Stjørnuni, sum vann FM í 1970, og á unglingaliðnum hjá KÍ, sum vann FM í 1973. Sum fótbóltsumboðsmaður havi eg ongantíð roynt meg. Men skal eg vera púra erligur, so havi eg verið við til at formidla eina fótbóltskontrakt, og í kvøld eri eg ógvuliga fegin um tað.

Aftur og aftur havi eg nevnt við KÍ ábyrgdarmenn, at nú var stundin komin til at fáa KÍ søguna upp á prent. Síðani eg í 2006 kom á Læraraskúlan, havi eg aftur og aftur lagt til merkis, hvussu stóra vitan og innlit Árni Dahl hevur havt um KÍ, sum hann í fimmti árunum vaks upp í og saman við, og sum hann í seksti og fram til miðskeiðis í sjeyti árunum fylgdi so væl við í og skrivaði um. Tað vísti seg, at vit báðir Árni vóru samdir í, at nú var stundin komin til handa at skriva søguna. Hetta segði eg Tummasi, formanninum, og hann og hini í leiðsluni í felagnum skulu hava tøkk fyri, at tey skrivaðu sáttmála við Árna Dahl, sum nú hevur latið fyrsta bindið av KÍ søguni úr hondum.

Tillukku Árni og Jastrid Gulaksen, sum so meistarliga hevur staðið fyri at leggja tað prentlistarliga til rættis, og tillukku KÍ og øll KÍ viðhaldsfólk við fyrsta bindi av KÍ søguni. Vit bíða í spenningi eftir 2. bindi!