Sambært Portalin um vikuskiftið, umrøður fíggjarnevndin, í løtuni, um til ber at leggja játtanina til tey trý sjúkhúsini á eina konto og um til ber at skipað sjúkhúsini undir eina felags leiðslu.
Tá ið arbeitt verður við fíggjarlógini er vanligi arbeiðshátturin, at limirnir býta økini ímillum sín, at eftirhyggja og orða spurningar til avvarðandi landstýrisfólk. Í prinsippinum, kunnu fíggjarnevndarlimir spyrja um alt, ið tey hava hug til.
Skal í hesum sambandi bert gera vart við, at tað eftir mínum tykki, ikki er, og ikki skal vera fíggjarnevndin, ið avgerð, hvussu nógv sjúkhús, ið vit skulu hava ella hvussu nógvar leiðslur vit skulu hava á sjúkhúsunum.
Sum tað sæst í svarinum frá landstýrismanninum, so er tað onki í lógini ið forðar fyri, at samskipa játtan og leiðlurnar á sjúkhúsunum. Vit hava ein bygnað í dag við trimum sjúkhúsum við hvør sínari leiðslu, og tað er politiski viljin. At broyta henda veruleika, kann eg bert boða frá, at eg ikki fari at taka undir við bert tí onkur í fíggjarnevndini hevur fingið eitt hugskot.
Eyðgunn Samuelsen tingkvinna




