Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lýsir í eysturi?

John William Joensen

LEIÐARIN – NORÐLÝSIÐ : Hóast lýsið enn er nakað kámt, so kann ikki annað sigast, at ljósglottar eru fyri framman í okkara samfelag.

Ídag lat Kósin upp aftur og eini 40 fólk hava fingið starv har aftur. Eftir tí, sum leiðsla virkisins hevur í hyggju, so gongur ikki long tíð til vit fara at síggja enn fleiri fólk til arbeiðis á Kósini.

Hetta arbeiðisplássið hevur havt alstóran týdning í lokalsamfelagnum, ikki bert sum lønútgjaldari, men líka nógv sum vegvísari og undangonguvirki í fiskivinnuni, størstu og nærum einastu útflutningsvinnu okkara.

Tað er framvegis sjógvurin, sum føroyska samfelagið livir av, og hóast tað, sum hevur havt við sjógvin at gera, hevur havt sera lítla rúmd í almenna kjakinum, so er tað úr sjónum føroyska samfelagið vinnur til dagin og vegin.

Klaksvík hevur verið og er framvegis mest framkomna fiskivinnupláss í landinum. Men um vit hyggja kring um okkum í lokalsamfelagnum, so sæst at ættarlið av fólki í bestu árum als ikki fæst við fiskivinnu.

Tað er sjálvandi gott at so er, tí eitt samfelag, sum stendur á fleiri beinum, sum tikið verður til, hevur betri umstøður at standa ímóti tá tíðirnar ikki eru til vildar.

Hinvegin tykist sum um tilkomandi ættarliðini hava víst sjóvinnuni og fiskivinnuni ov lítlan ans, tí talið á monnum í bestu árum innan sjóvinnuna á landi og í greinum av sjóvinnuni er sera lítið.

Sum so oftað er undirstrikað á hesum teigi fyrr, so eiga vit ríkt tilfeingi í sjónum kring okkum, eitt tilfeingi, sum vit kenna og tí hava góðar møguleikar at menna uppaftur meira enn vit kenna til ídag. Men treytin er sjálvandi at vit broyta hugburð og bera so í bandi, at sjóvinnan er minst líka grønt græs, sum tað hjá nábúgvanum.

Fiskiskapurin við útrórarbátum er við at hvørva. Á Klaksvík eru bert heilt fáir útróðrarbátar eftir, og onki er at ivast í, at um stutta tíð, er ongin eftir.

Tað er sjálvandi væl skiljandi at traditionelli útiróðurin hvørvur. Orsøkin er helst arbeiðisumstøðurnar sum útiróðurin hevur at bjóða, afturímóti størvum á landi. Men tað sum øðrkymlar er, at tað sýnist sum um vit ikki duga at finna alternativ til fiskiskapin á nærleiðunum.
Her áttu vit at brúkt orku til nýggj frambrot. Í hesum samanhangi kann nevnast, at onkuntí hevur verið frammi um framleiðslueindir á sjónum, eins og vit kenna tað hjá okkara egnu skipum í Barentshavinum.

Um hetta skal blíva veruleiki, skal onkur svølgja kamelar, men er tað ikki júst tað, “onkur” eigur, um vit skulu koma víðari?

Jú, víst lýsir í eysturi. Kósin virkar aftur, fiskaprísirnir sýnast ikki at falla meira, og hartil hevur verið betur fiskiskapur á nærleiðunum, og tað plagar at merkjast í lokalsamfelagnum.