Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skiftandi politiskir vindar og Charley Pride

John William Joensen

– Tá eg kom fram í 60-unum kallaðu fólk meg fyri nekara. Síðani varð eg kallaður svartur, seinri littur og í dag nevna fólk meg afro-amerikanara. Sjálvur kenni eg meg sum sama persónin, ið kom fram fyri 40 árum síðan, so tú gert sjálvur av hvat tú kallar meg, segði Charley Pride skemtandi við Birgir Kruse, tá teir hittust umborð á Atlantic Airways á veg til Føroya.

Sunnukvøldið var ein heilt serlig Contry konsert við Charley Pride í høllini á Hálsi í Tórshavn.

Tað vóru HB-stuðlar ið skipaðu fyri og ikki er ov nógv sagt at talan var um ársins bestu og mest jaligu tónleikauppliving.

Í samband við vitjanina hjá Charley Pride avgjørdi kringvarpið at framleiða ein sending um Charley Pride sum verður send í tveimum førum á jólum.

Onnur sendingin er ein dokomentarsending har sjónvarpið fylgir Charley Pride á føroyaferðini og har Birgir Kruse tosar við Contrystjønuna.

Síðani verður ein sending við sjálvari konsertini og sum skilst hevur sjónvarpið næstan fimm tímar av upptøkum, sum nú skal kókast niður til tvær sendingar.

Kallað meg tað tú vilt
– Eg má siga at tað var ein stór uppliving at verða á konsert við Charley Pride, sigur Birgir Kruse, sum saman við kringvarpinum fylgdi Charley á føroya ferðini.

– Eg fór saman við kringvarpinum við leiguflogfarinum til Skotland at heinta ferðalagið hjá Charley Pride og vit báðir settust at práta í flogfarinum.

– Hann var sera lættur at tosað við, speiskur, skemtingarsamur og beinrakin.

– Tá eg spurgdi hvussu eg skuldi nevna hann, segði hann at síðan hann kom fram í 60-unum var politiski korekti málburðurin broyttur fleiri ferðir. Tá eg kom fram í 60-unum kallaðu fólk meg nekara. Síðani varð eg kallaður svartur, seinri litaður og í dag nevna fólk meg afro-amerikanara. Sjálvur kenni eg meg at verða tann sama persónin sum kom fram í 60 unum, so tú gert sjálvur av hvat tú kallar meg.

– Tá vit lendu í Føroyum, steðgaðu vit uttan fyri kirkjuna í Sandavági har vit gjørdu eina samrøðu um gospeltónleikin. Charley Pride gongur sera høgt uppí stjørnutekin og spurdi nógv um nær fólk vóru fødd og legði stóran dent á at minnast nøvn og úttala nøvn á fólkum, sum vóru rundan um hann og sum vit hittu á leiðini – rætt.

Rørdur
Birgir Kruse bleiv sera rørdur undur konsertini og sjálvur sigur hann at hetta hevði sína orðsøk.

– Tá vit hittust umborð á flogfarinum legði eg eitt myndaalbum fram fyri hann við myndum, sum pápi mín átti. Tað vóru myndir frá St. John’s tá hann silgdi við Beinir og eg greiddi honum frá hvussu føroyskir sjómenn keyptu plátur og at Charley Pride rungaði umborða á skipunum. Sostatt livdu føroyskir sjómenn saman við Charley Pride umborð á skipunum – tí túrarnir vóru sera langir.

– Charley var hugtikin av hesi søguni og at hann skuldi verða so kendur í einum landið sum hann einki kendi til fyrr enn heilt nýliga.

– Tá eg so sæt á konsertini hevði eg eina kenslu av at hetta var føroysk skipasøga – í livandi lívið – á pallinum og tað er klárt at hetta fekk hugin at reika.

– Charley dugdi sera væl at beherska røddina og tí var hon framúrskarandi, sigur Birgir Kruse sum saman við teknikarum hjá Kringvarpinum arbeiðir við at gerða sending til Kringvarpið.