Torfinn Hansen er fimti ára gamal, hann er føddur og uppvaksin í Leirvík. Torfinn byrjaði so smátt at málað í 1980, men fór meira álvarsliga til verka við penslunum í 2004,
Torfinn málar í frítíðini og hevur haft mong umbiðin verk hesi seinastu árini.
Málningarnir hjá Torfinni eru úr akryl og hann lýsir í sínum málningum mong ymisk viðurskifti, í hesi framsýningini eru tó flest bygdamyndir.
Listaframsýningin er í hølunum hjá Pf. Leif Mohr á Kambsdali og verður hangandi til 9. Desember.
Ókeypis atgongd, kaffi og kakao hvønn dag.
Opið er soleiðis:
Mánadag – fríggjadag 08.00 – 17.30
Leygardag 10.00 – 13.00




