Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jólapynt fær tað besta fram í fólki

John William Joensen

Hugaligt er at síggja hvussu pyntiligir handlarnir í býnum eru vorni nú teir hava bjóða jólunum inn um dyrnar

Í Klingrugarði er handilin hjá EL-IN ein sonn perla í myrkrinum – nú kavin er komin niður á hálvt Kunoyarnes.

Ikki er ov nógv sagt at EL-IN hevur størsta úrvalið í landinum av jólapynti og hugaligt var at koma inn á gólvið í jólaskrýdda handlinum.

Jólapynt í ymiskum skapi og ymiskum prísklassum – men hóast ein roynir at keypa so bíligt, sum gjørligt so fæst meira fyri peningin um lagt verður eftir kvaliteti. Gott jólapynt verður afturvendandi partur í familjuni – og tað er ikki óvanligt at jólaprýði gongur í arv.

Stjórin í EL-IN, Hilmar Danielsen, greiddi frá at tey síggja nógv fólk sum koma gjøngum tunnilin at keypa jólaprýði.

– Eisini tá handilin er stongdur síggja vit familjubilar steðga uttan fyri at eygleiða skýnandi jólapynti. Í ár pyntaðu vit 7. november og tað er altíð ein góður dagur her í húsinum.

Jú tað løtuna vit vóru inni á gólvinum hjá EL-IN hittu vit starvsfólk og viðskiftafólk sum vóru í rætta jólahýrinum – tað er eingin ivi um at jólapynti fær fólk í gott lag – hesa myrku tíðina.