Hollendska felagið, ið saman við JFK P/f rekur Næraberg hevur avgjørt at royna eitt drekasegl á einum av trolarum felagsins.
Tað er Hollendska felagið Parlevliet & Van der Plas B.V., sum er eitt av størstu fiskivinnufeløgum í Europa, sum í samstarvi við SkySails fer undir seglætlanina við tí í hyggju at spara olju. Diederik Parlevliet, stjóri á Parlevliet & Van der Plas B.V sigur við heima síðina hjá seglvirkinum, at teir rokna við at kunna spara nógva olju og ikki minst minka um CO2 útlátið, um hendan royndin hjá felagum fer at eydnast.
Kanska fara vit í framtíðini at síggja føroyskar trolarar, sleiðaðar aftaná stór drekasegl ímeðan togað verður.




